Hjalmar Zachariassen, stigtakari til Føroyaflokkin (Mynd: Facebook)

- Føroyaflokkurin er ikki konservativur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

15.05.2018 - 06:20

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Politiskir flokkar

Nýggi flokkurin, sum roynir at sleppa innum tinggátt, Føroyaflokkurin, sigur í skrivi í gjárkvøldið, at miðlarnir hava tosað og skrivað um nýggja flokkin, men misskiljingar hava tikið seg upp, um hvar Føroyaflokkurin hoyrir heima politiskt.

- Miðlarnir hava tosað og skrivað eitt sindur um flokkin. Tað eru nøkur, sum rokna flokkin at vera ein flokkur fyri tunlar í Norðoyggjum, og at fiskimiðið er har, sum Fólkaflokkurin heldur til. Tað er ikki rætt, tí at flokkurin er ikki konservativur. Tunlar og infrakervið er bara eitt av mongum punktum, sum flokkurin fer at dekka, skrivar flokkurin.

Flokkurin vil vera við, at hann skal hýsa teimum, ið eru vorðin politiskt heimleys av stóru flokkunum, ið allir eiga sín part av at sentralisera Føroyar við tí kostnaði, at økini uttanfyri miðstaðin sleppa at bløða út.

Føroyaflokkurin vil steðga hesari tilgongd at týna tey smærri økini. Vit mugu venda gongdini og vaksa um Føroyar sum eitt land og ikki bara ein miðstað. Tað eru fleiri økir í Føroyum, ið skapa stóran vinning, men fruktirnar av fiskivinnu, alivinnu og ferðavinnu falla ikki niður í lokaløkini og kommunurnar. Tí síggja vit ongan vøkstur uttanfyri miðstaðin.

Enn ber ikki til at siga við vissu um nýggi flokkurin, sum skal hava 800 undirskriftir fyri at sleppa at stilla upp til val, liggur til høgru ella vinstru. Men eftir skrivinum í gjár at meta, liggur Føroyaflokkurin eftir øllum at døma meira til høgru enn vinstru.

Og byrja vit at eftirkanna, hví tað er soleiðis, so er tað skjótt at síggja, at økini uttanfyri miðstaðin eru skipað soleiðis, at tey skulu fóðra miðstaðin við fólki, tilfeingi og vinningi. Føroyar hava eina sentralstýrda skipan, soleiðis at skilja, at landið hevur fullan rætt at seta skatt og avgjøld á okkum, sum tað hevur hug til. Allir hesir pengarnir verða sendir útaftur av nøkrum fáum fólkum. Teirra uppgáva er í veruleikanum at planleggja Føroyar. Tað er eyðsæð, hvat úrslitið er. Náðileys sentralisering, skrivar Føroyaflokkurin í gjár.