Fróði Benjaminsen og hinar hartarbeiðandi kempurnar høvdu uppiborið sigurin á Ungarn, men eina stigið er eisini gott (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar á triðja plássi í bólki B - EM vinnarin, Portugal er aftast

Niels Petersen

06.09.2016 - 22:48

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Nú fyrstu dystirnar í HM undanspælinum í bólki B eru spældir kann staðfestast, at bólkurin er opin og spennandi. Heldur óvæntað er Portugal, sum í summar vann EM, á aftasta plássi. Men tað skal so eisini sigast, at tað er uttan unga stjørnuskotið, Renato Sanches og superstjørnuna, Cristiano Ronaldo. Føroyar liggja á triðja plássi við tí eina stiginum, sum liðið sera uppiborið vann sær í kvøld.

Vit hava so mangan hoyrt, at føroyskir venjarar hava tosað um, at tað ongantíð eru nakrir lættir landsdystir. Allir eru sera torførir. Tað er eisini rætt, men tað svitast ikki, at tað sær bæði stuttligari og eitt sindur lættari út í seinastu tveimum undanspølunum, enn tað hevur gjørt í langa tíð.

Føroyska liðið torir at spæla sín møguleika. Verða gamaní enn pressaðir langt aftur í fleiri dystum, men tora generelt betur at spæla sínamillum, í staðin fyri at gúppa langt.

Vit sóu í kvøld eitt føroyskt lið, sum eftir fyrstu minuttirnar varð trýst langt aftur, menna seg, og sum dysturin leið, tóku yvir, og áttu at vunnið dystin móti ungarum.

Føroyar hava í veruleikanum spælt Ungarn av vøllinum í tveimum av seinastu dystunum landanna millum, men enn er so bert eina stigið komið burturúr.

Liðini í bólki B eru Føroyar, Ungarn, Sveis, Lettland, Portugal og Andorra, og dystirnir í fyrsta umfari vóru hesir:

Føroyar - Ungarn 0-0
Sveis - Portugal 2-0 (2-0)
Andorra - Lettland 0-1 (0-0)

Næsti dysturin hjá Føroyum er á útivølli í Lettlandi 7. oktober, og spælt verður longu aftur 10. oktober, tá Europameistarin, Portugal vitjar á Tórsvølli.
 
Støðan í bólki B eftir fyrsta umfar sæst niðanfyri:
1. Sveis (3 stig)
2. Litava (3 stig)
3. Føroyar (1 stig)
4. Ungarn (1 stig)
5. Andorra (0 stig)
6. Portugal (0 stig)