Mynd: EPA

Føroyar eru sera væl skipaðar

Jens Hákun Leo

04.10.2016 - 08:01

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Teir eru eitt sera væl skipað lið. Teir kunnu vera vandamiklir, og vit mugu vera til dystin fúsir. Virða vit teir á sama hátt, sum vit virdu mótstøðulið okkara undir EM-endaspælinum, vinna vit. Eru vit ikki varnir, kunnu vit standa eftir við einum ringum smakki í munninum.

Hetta sigur portugisiski landsliðsvenjarin Fernando Santos um føroyska landsliðið, sum, sambært honum, væntandi fer at spæla, so sum Ísland spældi í 1-1 dystinum ímóti júst Portgual undir EM-endaspælinum í summar.

Fernando Santos heldur eisini, at tað er sera týdningarmikið, at Portugal kemur í gongd aftur eftir EM-gullið í summar og tað eftirfylgjandi 2-0 tapið ímóti Sveits í fyrsta dystinum í hesum HM-undanspælinum.

- Vit mugu minnast til, at eitt undanspæl er sera øðrvísi enn eitt endaspæl. Vit eru ikki saman í 50 dagar og kunnu tískil ikki byggja ein liðanda á sama hátt (sum undir einum endaspæli, red). Vit spæla einaferð um mánaðin, og so fara spælararnir aftur til teirra feløg. Tað ger heldur ikki, eftir mínum tykki, liðið sterkari, at Cristiano Ronaldo nú er klárur aftur (hann var skaddur ímóti Sveits, red), tí at aðrir spælarir hava spælt meira, arbeitt meira og vant meira.

Portugal spælir ímóti Andorra á heimavølli fríggjakvøldið og hareftir ímóti Føroyum á útivølli mánakvøldið.