Jóan Símun Edmundsson hevur lagt gott trýst á ungarsku verjuna (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar eru væl við móti ungarum á Tórsvølli

Niels Petersen

06.09.2016 - 19:34

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyska landsliðið er onki aftanfyri ungverska liðið á Tórsvølli í kvøld. Um nakað so hava føroysku leikararnar skapt teir størru málmøguleikarnar. Men enn er so onki mál komið á Tórsvølli.

Ungarar, sum vóru við í EM undanspælinum í Fraklandi í summar høvdu bóltin nógv fyrstu minuttirnar, og trillaðu hann dúgliga kring brotsteigin hjá føroyingum, men beinleiðis vandamiklir blivu teir ikki. Tá ungarar ikki skaptu tað villa, byrjaðu føroyingar at skapa møguleikar sjálvir, og fingu spælt seg til fleiri heilt spennandi støður. Men sum sagt, so kom onki mál í fyrra hálvleiki.

Sí eisini: Myndir: Føroyar - Ungarn