Mynd: EPA

Lutakastið til UEFA Nation League verður kl. 11

Ari av Rana

24.01.2018 - 10:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Lutakastið til UEFA Nations League verðu í dag kl. 11. Fýra bólkar við fýra landsliðum skulu finnast, har vinnararnir fara víðari til hálvfinalur. Síðani verður finala spæld, og vinnarin av finaluni ognar sær atgongumerki til EM 2020.

Landsliðini eru býtt upp í fýra styrkisbólkar áðrenn lutakastið. Eitt landslið úr hvørjum styrkisbólki enda í bólki saman. Føroyar eru í næsta sterkasta styrkisbólkinum.

Styrkisbólkarnir eru:

1. Aserbadjan, Makedonia, Hvítarussland og Georgia

2. Armenia, Moldova, FØROYAR og Luksemborg

3. Kasakstan, Moldova, Liktinstein og Malta

4. Andorra, Kosovo, San Marino og Gibraltar.

Føroyar spælir tríggjar heimadystir í heyst.