Føroyar fingu ikki ein ynskisbólk

Agnar Frederiksen

24.01.2018 - 11:23

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyar skal bæði til Kosovo og Aserbaijan í heyst. Kosovo var sterkasta liðið í lægsta seedinsglagnum (styrkisbólki), og at skula tvær langar ferðir til torførar útidystir, var ikki ordiliga tað, sum føroyingar vildu hava. Seinasta liðið í bólkinum er Malta, og tað er eitt av liðunum, ið man helst ynksti úr styrkisbólki 3.

Í filmsklippinum sum varð víst áðrenn, har liðini vóru præsenteraði, var klipp av frálíka málinum hjá Rógva Baldvinsson í Portugal víst, umframt eitt heilt stutt klipp av Skansanum.

League D, har Føroyar er, í varð trekt fyrst. Hetta eru tey liðini, ið hava lágst styrkistal í UEFA. Tað var fyrrverandi Arsenal og Barcelona-miðvallarin Alexandar Hleb, ið tók bóltin við Føroyum úr pottinum. Hann leikti 77 dystir fyr Hvítarussland.

Føroyar var í styrkisbólki 2. Dystirnir verða leiktir í september, oktober. 

Her eru bólkarnar í League D (raðfylgjan er sum tað varð trekt - liðini í lægsta styrkisbólki vórðu trekt fyrst, síðani næstlægsta o.s.fr):



Bólkur 1
Andorra
Kasaksthan
Lettland
Georgia

Bólkur 2
San Marino
Moldova
Luksemborg
Hvítarussland

Bólkur 3
Kosovo
Malta
Føroyar
Aserbaijan

Bólkur 4:
Gibraltar
Lichtinstein
Armenia
Makedonia