(Mynd: Regin Joensen)

Føroyar fingu fair play-heiður

Ingi Samuelsen

30.06.2017 - 06:42

Ítróttur >

Í sambandina við heiðursmerkjahandanina á Stora Torget í Visby í gjárkvøldið, var eisini ein serligur heiður til føroyska ferðalagið.

Tað var serligi sokallaði Bo Fryktenstam heiðurin, sum varð latin føroyska ferðalagnum. Bo Fryktenstam var ein av undangongumonnunum í gotlendsku oyggjaleikarørsluni, sum doyði fyri nøkrum árum síðani.

Fyri at heiðra honum vildu gotlendsku fyrireikararnir gera ein fair-play heiður í hansara navni, og tey heittu á londini um at koma við uppskotum. Sum skilst vóru tað fleiri, ið tilnevndu Føroyar at fáa henda heiðurin, og í gjárkvøldið vóru leiðararnir fyri ÍSF kallaðir upp á pallin at vera heiðrað fyri at sýna best fair play anda á oyggjaleikunum á Gotlandi 2017.

So umframt at liggja ovast á heiðursmerkjalistanum á næstseinasta leikdegi, kundi føroyska ferðalagið eisini krúnast við hesum heiðrinum.