Føroyar fleiri fyrimunir sum oljuvinnuland



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

28.08.2014 - 21:39

Oljan >

At kostnaðarstøðið í veitingarvinnuni í grannalondunum er vorðið so høgt, og tann sannroynd, at Føroyar liggja so tætt upp at oljuleiðum í bretskum og norskum øki, kann vera medvirkandi til, at føroysk vinna og føroyskar havnir fáa størri og lættari atgongd til altjóða oljuvinnuna sum frálíður. Og at ein av heimsins størstu boripallum í hesi løtu verður umvældur í Føroyum kann gerast eitt vegamót fyri Føroyar og føroyskt vinnulív. 

Jan Müller, Stavanger

Ikki kann sigast annað enn, at føroysku luttakararnir á oljumessuni í Stavanger, eru vælnøgdir. Nógv vitjandi hava verið inni á føroyska landabásinum og kunnað seg um føroysku oljuleitingina og føroyska oljuvinnu sum heild. Eisini hava føroysku luttakararnir havt úr at gera at vitja fleiri av teimum túsundtals básunum á messuni við tí endamáli at halda við líka verandi sambond men eisini fyri at knýta sambond við nýggjar kundar. 

Hóast enn einki lønandi fund er gjørt, so hava Føroyar tó fleiri fyrimunir, tá talan er um at gerast partur av vaksandi altjóða oljuvinnuni. Føroyar liggja nær ríkum og sera virknum oljuleiðum í Bretlandi og Norra, og nú veitingarídnaðurin í hesum londum hevur fingið orð á sær at vera alt ov dýrur, eru oljufeløgini farin at hyggja eftir veitarum, sum kunnu veita vørur og tænastur fyri minni pening.

Her kunnu Føroyar koma inn í myndina og gera tað longu. So teinurin frá oljuleiðunum eystanfyri og sunnanfyri umframt príslegan kunnu saman gera, at føroysk oljuvinna sum frálíður fer at fáa vind í seglini. Hetta síggja vit longu í dag, har stóri pallurin West Hercules verður umvældur á Skálafjørðinum. Hetta arbeiðið er at meta sum eitt slag av sveinaroynd fyri føroyskan ídnað.

Nú stórar útbyggingar fara fram vestan fyri Hetland síggja eitt nú kommunurnar í Suðuroynni, Vágur og Tvøroyri møguleikan fyri at kunna veita kappingarførar tænastur, nú tær liggja tættast við oljuleiðirnar. Her verður m.a. hugsað um at brúka havnaøkini til goymslu av rørum og aðrari tungari útgerð. Tað er greitt, at er kappingarneytin Aberdeen, so er lagamanni at brúka føroyska havn sum veitingarpláss. Teinurin er so nógv stytri, og helst er kostnaðarstøðið í Føroyum eisini væl lægri enn í oljudeplunum á meginlandinum. Føroyar eru so eisini í kapping við havnir í bæði Hetlandi og Orknoyggjunum, og aftur her kann kostaðarstøðið gerast ein fyrimunur fyri Føroyar.

Ein tann spurningurin, sum alla tíðina verður havdur á lofti í framløgum á ONS, er nettupp høga kostnaðarstøðið hjá undirveitarunum bæði í Norra og Bretlandi.

Uttan mun til um føroysku fyritøkurnar koma heimaftur við nýggjum sáttmálum ella ikki, so er greitt, at ein oljumessa av hesum slag er við til at lata upp hurðar og byggja brýr.