Mynd: Jens Kr. Vang

Føroyar - Grikkaland: Og der blev fest...

Høgni Midjord

13.06.2015 - 20:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Undan dystinum var ivasamt hvussu føroyska liðið fór at møta hesi torføru uppgávu, ið stóð fyri teimum. Summi hildu, at tað fór at vera ringt at endrutaka bragdið niðri í Grikkalandi, meðan summi høvdu eina vón í, at hetta kundi lata seg gera. Áhugin undan dystinum var sera stórur og tað sást, at áskoðarir kring vøllin vóru sera spentir at síggja føroyska liðið fara inn í bardagan.

Longu frá fyrsta bríksli vóru føroysku spælararnir sera grammir, og tað var eisini um reppi at Føroyar legði seg á odda. 10 sekund vóru farin og Jóan Símun kom í góða støðu, men ólukkutíð fór bólturin beint omanfyri máli. Hetta setti veruliga gongd í áskoðararnar, ið longu nú sóðu, at tað gott kann bera til.

Grikkar spæla seg betri inn í dystin og trýsta føroyska liðið longur aftur á vøllin. Teir eru í fleiri førum við at skora. 2 ferðir er Gunnar við at missa bóltin í máli, meðan Jóhan Troest bjargar á linjuni. Grikkalanda hava eisini ein risa møguleika at leggja seg á odda, tá ið bólturin kelar tvørtæðnum, men tíbetur ovaru meðin.Beint eftir hetta fara føroysku fótbóltsleikararnir í álop. Bólturin verður sendur út á høgra vong, Sølvi Vatnhamar tekur eitt trekk inn í vøllin, leggur útfrá og har kemur nummar. 6 hjá Føroyum, Hallur Hansson og leggur bóltin trygt í málið og Tórsvøllur er á gosi.

Eftir málið virka grikkar skelkaðir og stressaðir, meðan føroysku spælarnir tykjast enn meiri grammir.

Fyrsti hálvleikur er merktur av nógvum nærdystum. Dømi um hetta er, tá ið Fróði miðskeiðis í fyrra hálvleiki kemur við einari veruligari mannfólkatakkling. Ein spælari liggur eftirá og spælarar frá báðum liðunum leggja eftir hvørjum øðrum. Dómararnir fingu skjótt tamarhald á støðuni og spælið varð tiki upp aftur.

Sum vænta, so koma griksku spælararnir út til seinna hálvleik og leggja eitt stórt trýst á føroyska málið. Teir hava fyrstu 5 minuttirnar 2 sera góðar møguleikar. Annar kemur eftir at Gunnar í málinum enn einaferð missir bóltin út fyri føturnar á einum grikskum spælara, ið er tætt við at fáa bóltin á málið. Eisini hava teir eitt gott skot, ið Gunnar bjargar væl, bólturin ber í stongina og út aftur í mál. Her kasta førosyku spælararnir kropp sín fyri og fáa vart fyri, at Grikkaland fær skora.

Eftir 56 minuttum fáa grikkar bóltin á málið, eftir at eitt horna verður skoti innfyri. Málið verður tá kolldømt av teirri orsøk, at ein grikskur spælari ger fríspark mótvegis Brandi Olsen. Ein veruligur hvøkkur fyri føroyska liðið.

Ein sera sjónligur spælari á grikska liðnum er stóri áleyparin Mitroglou. Í fleiri førum er hann tætt við at skora, bæði við langskotum og við at skapa sær góðar støður inni í sekstanmetrinum.

Eftir 70 min. eru føroyingar aftur í álopið. Hesaferð spæla teir sera væl saman og bólturin fellur til unga skálvíkingin Brandur Olsen. Hann er kaldur og leggur bóltin flott í longra málhorn og so er 2-0 til Føroyar og nú er sensatiónin nær. Nýggi Tórsvøllur fær veruliga staðið sína roynd, tí rómurin er øgiligur.

Næstu løtuna koma grikkar ikki til nakrar stórar møguleikarar, tað er heldur øvugt, at føroyingarnir eru farligari og leggja trýst høgt á vøllinum.

Tá ið 84 min eru spældir fáa grikkar sítt fyrsta mál í dystinum. Eftir horna fær Sokratis skalla bóltin í málið til 2-1 og nú er trýsti aftur stórt á føroysku monnunum.

Verjuskansin hjá Føroyum heldur og vit koyra sigurin í hús og vinna í dag 2-1 á Grikkalandi. Eitt satt bragd og ein stórur sigur fyri tjóðina.