Føroyar var so tætt við, so ofta, at tað er ótrúligt, at onki mál kom á Tórsvølli (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar høvdu Ungarn á knøunum

Niels Petersen

06.09.2016 - 20:37

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Vit fingu drama fyri allar pengarnar á Tórsvølli. Massar av føroyskum møguleikum, massar av góðum føroyskum spæli, og menn bardust sum svakir fyri sakini. Tað blivu ikki til mál á Tórsvølli í kvøld, men tað var so sera tætt við, enntá fleiri ferðir.

Føroyska liðið var so tætt uppá sum ongantíð fyrr. Og hevði so dyggiliga uppiborið javnleikin í kvøld. Og skuldi nakað lið vinna, so var tað heilt greitt Føroyar.

Føroyar - Ungarn (0-0)