Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar í bólki við Sveis, Litava og Finnlandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

19.06.2018 - 15:28

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Fyri løtu síðan var lutakast til HM-undankappingina hjá kvinnum.

Føroyar endaðu í bólki tvey og skulu spæla móti Sveis, Litava og Finnlandi.

16 lond vóru í pottinum, sum vóru býtt í fýra bólkar.

Vinnarin av bólkaspælinum, umframt besti tveyarin, vinnur seg víðari til “playoff dystir”, um at ogna sær luttøku í HM-endaspælinum, ið verður í Japan í desember í 2019.

Føroyar eru styrkismettar á sama støði sum Litava, meðan Sveis er styrkismett á einum støði hægri og Finnland á einum støði lægri.

Føroyar spældu móti Finnlandi fyrraárið og tá vunnu Føroyar. A-landsliðið við kvinnum hevur ongantíð spælt móti Sveis ella Litava fyrr.

Bólkaspælið
Bólkur 1: Slovakia, Kosovo, Ukraina, Ísrael
Bólkur 2: Sveis, Føroyar, Litava, Finnland
Bólkur 3: Ukraina, Italia, Grikkaland, Portugal
Bólkur 4: Turkaland, Ísland, Aserbadjan, Makedonia