Føroyski hópurin eftir sigurin á HØJ mánadagin.


(Mynd: HSF)

Føroyar í eldin um minni enn eitt samdøgur

Agnar Frederiksen

10.01.2018 - 17:16

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Nú nærkast av álvara til føroyska manslandsliðið í hondbólti skal royna seg í HM-undankappingini. Fyrsta uppgávan er í morgin kl.15.30 føroyska tíð, tá Føroyar og Ukraina hittast.

Umframt Ukraina, so eru føroyingar í bólki saman við Rumenia og vertunum Italia. Dystirnir verða leiktir dag um dag, so leygarkvøldið verður greitt, hvat lið hevur vunnið bólkin, og harvið tryggjað sær rættin til at spæla play-off dystir um at koma til HM-endaspælið.

Hetta er ein stór og spennandi avbjóðing hjá føroysku monnum, ið fóru av landinum sunnudagin. Mánadagin vann Føroyar 31-20 á HØJ í venjingardysti. HØJ spælir í næstbestu donsku deildini, og føroyski landsliðsleikarin Jónas G. Djurhuus umboðar til dagliga felagið.

Í morgin er mótstøðuliðið úr Eysturevropa stórfavorittur. Sambært veddingarfyritøkunum er næstan eingin ivi um, at Ukraina fer at vinna. Men tað er eingin ivi um at føroyskur hondbóltur er á veg frameftir, og hendna kappingin er aftur ein møguleiki at staðfesta hetta.

Dystirnir hjá Føroyum verða allir stroymdir. Leinkja til dystirnar verður løgd út á Facebook-síðuna hjá HSF. Vit fylgja eisini gongdini hjá føroyska liðnum í Italia, og leggja eisini leinkji til stroyming út á forsíðuna undan dystunum.

Føroyski hópurin er hesin:

Niklas Simonsen, Skjern

Ári Dam, H71
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Rókur Akralíð, Kyndil
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Sigmundur Nolsøe, H71
Kjartan Johansen, Fyllingen
Jónas Djurhuus, HØJ
Peter Krogh, Skive
Helgi Hoydal, Odder
Nicklas Selvig, TMS Ringsted
Fríði Weyhe, FFI
Sjúrður Olsen, VÍF
Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík
Tróndur Kragesteen, Neistin
Høgni Klein Olsen, Kyndil

Tað er Sonni Larsen, ið er høvuðsvenjari hjá Føroyum. Jeppe Borch er hjálparvenjari, og Dejan Lacok er málmansvenjari.