Heðin Mortensen, Eli Lassen og Jóannes Petersen, sum hvør í sínum lagi greiddu frá um framtíðar havnaútbyggingar í Føroyum á palli í Fólkatinginum. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Føroyar sum tænastudepil í Norðuratlantshavi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

21.04.2015 - 12:00

Oljan >

Jan Müller, Christiansborg.

Landstingsalurin í danska fólkatinginum á Christiansborg varð fullur, tá fyrsta ráðstevnan av sínum slag um Arktis og londini í Ríkisfelagsskapinum varð hildin á Borgini seinnapartin mánadagin. Umleið 150 umboð fyri fyritøkur og stovnar úr øllum pørtum av Ríkinum umframt umboð fyri fleiri útlendskar sendistovur høvdu leitað sær til tiltakið, sum arktiski arbeiðsbólkurin á Fólkatingi hevði tikið stig til. Tað er neyvan ov nógv sagt, at Føroyar vóru í fokus á hesum tiltakinum, so nógva umrøðu fingu spurningar, sum viðvíkja Føroyum. Og her vóru framtíðar havnaútbyggingar sera ovarliga á breddanum. Hóast tað ikki var ætlanin, at umrøddu havnaútbyggingar í Føroyum skuldu fylla so nógv, so varð kortini greitt, at milliarda íløgur í infrastruktur, líka mikið hvar í Ríkinum talan er um, vekja stóran ans og áhuga, eisini og kanska ikki minst í arktiskum høpi, nú londini á siglingarleiðini til og frá Arktis, Grønland, Ísland og Føroyar vilja hava lut í køkuni – vaksandi skipaferðsluni og í ti sambandi møguleikanum at bjóða seg fram sum tænastudeplar. Og her vilja Føroyar eftir øllum at døma ikki vera eftirbátur. Føroyar ynskja avgjørt at gerast til tænastudepil í Norðuratlantshavi. Tað kom so eisini væl til sjóndar á Fólkatingi mánadagin.

Og sætt at siga, so fingu umrøddu havnaútbyggingar nógva umrøðu, tí ikki færri enn tríggir av teimum fimm føroysku røðarunum høvdu fingið til uppgávu at greiða frá júst hesum útbyggingum, nevniliga Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base, sum liggur í Runavíkar kommunu og Jóannes Petersen, arkitektur. Teir umrøddu ávikavist stóru havnaútbyggingina í Tórshavn, møguligar framtíðar útbyggingar á Skálafjørðinum og nýggjastu verkætlanina Airport 19, sum snýr seg um at byggja eina oyggj at hýsa bæði altjóða floghavn og atløgubryggju og havnafasilitetir.

Mest íløkiliga av hesum trimum verkætlanum var útbyggingin av Tórshavnar havn fyri fleiri hundrað mill. kr. Heðin Mortensen varð eins eldhugaður og vísur í síni sak um hesa útbygging sum hann hevur verið tað alla tíðina. Nú var pallurin bara ein annar. Og hann endurtók, at Tórshavn sum høvuðsstaður Føroya hevur brúk fyri eini størri havn rætt og slætt fyri at kunna yvirliva og menna seg. Og so fingu grønlendsku og donsku áhoyrarnir alla søguna, sum flestu føroyingar kenna so væl, nevniliga eina havnaútbygging, sum fer av bakkastorkki í næsta ár og sum fer at standa liðug í 2019. Ein nútímans havn og tænastudepil, sum skal tryggja høvuðsstaðnum tann vøkstur, sum aftur skal skapa tilverugrundarlagið hjá komandi ættarliðum og ikki minst vera við til at fáa ungdómin og tey útbúnu at koma heimaftur og støðast her. Hann sá stórar møguleikar fyri Føroyar og Tórshavn við tí vaksandi skipaferðsluni í Norðuratlantshavi og helt fyri, at ein tænastudepil í Tórshavn kundi gerast eitt nýtt Rotterdam í Atlantshavi.

Her var heldur eingin slingur í valsinum. Borgarstjórin gjørdi púra greitt, at havnaútbyggingin fer at verða framd og segði hann um somu tíð, at Tórshavnar kommuna ætlar sær eisini at arbeiða saman við Runavíkar kommunu, sum eisini hevur stórar havnaútbyggingar á tekniborðinum. Hann helt fyri, at tann tungi parturin av framtíðar frálandsvinnuni við eitt nú umvæling av boripallum ol. sjálvandi hoyrir heima á Skálafjørðinum, meðan aðrar offshoretænastur eisini kunnu veitast frá nýggju havnini í Havn.

Tað var so Eli Lassen, stjóri í oljuhavnini í Runavík, sum greiddi frá tí nógva virkseminum, ið hevði verið á Skálafjørðinum síðani fyrstu boringarnar í 2001. Hann duldi ikki fyri, at Skálafjørðurin sum nátúrhavn átti nógvar av teimum eginleikum, sum eru ein partur av einum framtíðar tænastudepli, ið veitir vørur og tænastur til bæði núverandi vinnur men sum eisini hóskar væl til framtíðar krøvini til atløgupláss og havnafasilitetir í eini Arktiskari framtíð, har siglingin til og frá Arktis fer at vaksa. Hann vísti á, at danska fyritøkan Rambøl saman við Runavíkar kommunu nøkur ár herfyri gjørdi uppskot til eina havnaútbyggingarætlan á fjørðinum, sum fevnir um meira enn 500.000 fermetrar av øki og 3 kilometrar av atløgusíðu og samanbar hetta við ætlaðu útbyggingina í Havn, sum ”bara” er uppá góðar 200.000 fermetrar.

Men meðan Heðin Mortensen kundi vátta, at teirra útbygging verður fíggjað av kommununi, so eru tøl enn ikki sett á møguligar framtíðar útbyggingar á Skálafjørðinum.

Triðja stóra havnaprojektið, sum kunnað varð um í Landstingssalinum, var Airport 19, sum enn er eitt slag av ”science fiction” projekti, tí tað verður mett at kosta einar 5,5 mia. kr. Og enn hevur eingin sagt seg vilja fíggja tað. Hinvegin helt Sjúrður Skaale, sum leiddi fundin, at tað er eisini gott at hava stórar og øðrvísi tankar, tá tað um framtíðina ræður.

Tað er greitt, at hóast tað vóru relatiónirnar til broytta framtíðar Arktis, sum varð høvuðsevnið, so fingu júst umrøddu havnaútbyggingar í Føroyum lutvíst nógv pláss og umrøðu.

Í hesum sambandi fingu grønlendingar eisini møguleika at greiða frá stóru útbyggingini av havnini í Nuuk.

Evnini á ráðstevnuni vóru shipping og ferðavinna í Norðuratlantshavi í kjalarvørrinum á veðurlagsbroytingunum í Arktis. Vit fara í seinni greinum at koma inn á eitt nú ferðavinnuna.