Mynd: Jens Kr. Vang

Føroyar í UEFA Nations League: Kunnu fáa ein góðan bólk

Jens Hákun Leo

14.10.2016 - 16:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyar eru nú einans eitt pláss á styrkislistanum hjá UEFA frá at koma í fyrsta styrkisbólk í Liga D í UEFA Nations League, sum byrjar í september 2018.

Føroyar eru nýliga farnar fýra pláss fram á styrkilistanum hjá UEFA, frá einum 48. til 44.pláss, og eru sostatt tískil bert eitt pláss frá at koma í fyrsta styrkisbólk í Liga D í UEFA Nations League.

16 lond eru í Liga D, sum umfatar londini, ið eru styrkismett lægst í Evropa. Vinnarin av Liga D (eins væl og vinnararnir av Liga C, B og A umframt vinnararnir av tí vanligu EM-undankappingini, sum verður á skránni í 2019) sleppur við til EM 2020.

Sum støðan sær út nú, eru Føroyar styrkismettar í næsta styrkisbólki av tilsamans fýra í Liga D saman við Kazakstan, Armenia og Makedonia.

Í fyrsta styrkisbólki eru Hvítarussland, Kýpern, Georgia og Lettland, í triðja styrkisbólki Luxembourg, Moldova, Liktinstein og Malta, meðan Kosovo, San Marino, Andorra og Gibraltar eru í fjórða styrkisbólki.

Lutakast verður til UEFA Nations League, eftir at HM undanspælið er liðugt, og fæst tá at vita, hvørji mótstøðuliðini hjá Føroyum í kappingini verða. Ein dreymabólkur kundi, sum nú er, til dømis verið Føroyar, Lettland, Liktinstein og San Marino.

Fýra bólkar verða í Liga D í UEFA Nations League við fýra liðum í hvørjum, og skulu øll liðini leika seks dystir hvør í bólkaspælinum. Vinnararnir av teimum fýra bólkunum flyta upp í Liga C og fara harumframt víðari til hálvfinalur og finalu, har ið gjørt verður av, hvør skal fáa tað síðsta plássið til EM.

UEFA Nations League byrjar á heysti í 2018, tá ið bólkaspælið í kappingini verður á skránni, og hálvfinalurnar og finalurnar í kappingini verða leiktar í mars 2018.

Les eisini: Fótbóltur: Føroyar yvirhála Noregi