Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Føroyar ikki gjørt avtalu við Atlantic Salmon Federation



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

13.06.2018 - 10:03

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur í svari til §52 fyrispurningi frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, at hann hevur sum onnur frætt í miðlum, at Felagið Laksaskip hevur gjørt avtalu við tveir fremmandar felagsskapir, har Felagið Laksaskip fær pening afturfyri ikki at fiska laks.

Høgni Hoydal sigur í svarinum, at hann ikki er kunnaður um hesa avtaluna á annan hátt enn tað, sum skrivað er um í fjølmiðlum.

Dimma.fo bar søguna fram 31. mai, at tveir felagsskapir, ið arbeiða við at varðveita villini laksin í Norðuratlantshavi, Atlantic Salmon Federation og North Atlantic Salmon Fund, høvdu boðað frá, at teir hava gjørt eina 12 ára avtalu við grønlendskar fiskimenn, umvegis fiski- og veiðimannafelagsskapin KNAPK, um at støðga fiskiveiðu eftir villum laksi á sjónum, og at í sama viðfangi varð eisini upplýst, at líknandi avtalan, sum gjørd varð við føroyskar laksafiskarar í 1991, er longd við enn einum ári. Henda avtalan varð undirskrivað á fundi í Reykjavík 22. mai við umboð fyri føroyska felagið Laksaskip.

Avtalan sum Atlantic Salmon Federation og North Atlantic Salmon Fund hava við Felagið føroysk Laksaskip er ein avtala millum tveir privatar áhugamálspartar og hevur tí ikki bindandi virknað fyri Føroyar. Føroyskir myndugleikar eru ikki tí partur av avtaluni, skrivaði dimma.fo. 

Greinin kann lesast her