Savnsmynd frá Bermuda 2013

Føroyar ikki upp á tal sum vertsland fyri oyggjaleikum enn

Ingi Samuelsen

13.03.2015 - 22:22

Ítróttur > Ítróttur > Altjóða ítróttarkappingar

Í vikuni helt nevndin í felagsskapinum International Island Games Association, IIGA, fund á norsku oyggjunum Frøya og Hitra. Og her var enn einaferð staðfest, at Føroyar ikki eru upp á tal sum vertur fyri oyggjaleikum.

Vertsskapurin fyri tríggjar teir komandi oyggjaleikirnir eru fastsettir. Nú í summar verða leikirnir á Jersey, í 2017 á Gotlandi og í 2019 á Menorca. Fýra oyggjar eru upp á tal at hýsa leikunum í 2021, tær eru Guernsey, Orknoyggjar, Isle of Man og Ynys Mon.

- Nei, vit hava ongantíð verið upp á tal til 2021. Vit høvdu eina umsókn inni um at fáa leikirnar í 2019, men tá vit staðfestu, at vit ikki kundu liva upp til krøvini, tóku vit umsóknina aftur fyri skjótt tveimum árum síðani. Vit hava ongantíð søkt um at verða vertir í 2021, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti.

Stórur smeitur
Hann greiðir frá, at tað var ein stórur smeitur fyri ÍSF at skula standa framman fyri oyggjaleikafamiljuni og greiða frá, at vit ikki kundu liva upp til tað, sum vit høvdu lovað. Nevndin í ÍSF hevur tí sett sær fyri ikki at senda nýggja umsókn inn um vertskap fyrr enn full trygd er fingin fyri, at vit kunnu lúka treytirnar.

Tá tað er sagt, so er freistin fyri at boða frá áhuga fyri vertskapi ikki farin enn. Tann freistin gongur ikki út fyrr enn í september í ár, so vit kunnu enn senda eina umsókn inn. Men ÍSF-forsetin er ikki vísur í, at Føroyar hava møguleika at koma upp á tal til 2021.

- Tað var lættari at kappast við Menorca. Vit hava ikki so góðar møguleikar móti teimum bretsku oyggjunum, sigur Petur Elias Petersen.

Golf ger munin
Tað er spurningurin um at hýsa golfítróttini, sum hevur verið trupulleikin. Tá ÍSF staðfesti, at ongin møguleiki var at gera eina golfbreyt í 2019, var avgerð tikin um at brúka fyrivarnið, sum var við í umsóknini, og taka umsóknina aftur. Síðani tá er ikki so nógv hent, staðfestir ÍSF-forsetin.

- Jú, tað er gjørd ein lóg, sum gevur møguleika at fáa lendi til vega, og nakað av peningi er sett av. Men langt er frá teirri upphæddini og so tað, sum festarin vil hava, so í løtuni eru samráðingar um aktuella projektið á Glyvursnesi. Men vit hava ikki somu kensluna av, at myndugleikarnir, bæði landsins og teir kommunalu, eru eins áhugaðir í at fáa eina golfbreyt, sum tey einaferð vóru.

- Tað er spell, tí vit í ÍSF vilja fegin hava, at tað skal standa ein varði eftir leikirnar. Tá vit høvdu leikirnar í 1989, fingu vit stadionøkið á Svangaskarði og bogaskjóting gjørdist ein ítrótt hjá okkum. Okkara ynski var, at næstu leikirnir fóru at geva okkum møguleika fyri at bjóða fram golf sum ítróttagrein í Føroyum, sigur Petur Elias Petersen.