”Eitt oljufund í 4.útbjóðing hevði verið eitt stórt gjøgnumbrot fyri føroyska oljuleiting. Tað hevði drigið onnur oljufeløg til,” sigur Niels Christian Nolsøe á Jarðfeingi her saman við Poul Michelsen, oljuráðharra

Føroyar kunnu goyma milliardir tunnur av olju



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

04.09.2017 - 17:40

Oljan >

Møguleiki er fyri at finna oljukeldur í føroysku undirgrundini, sum kunnu goyma millum 100 milliónir og 10 milliardir tunnur av olju. Risastórir strukturar í undirgrundini kunnu vera teir ”elefantar”, sum stóru altjóða oljufeløgini leita eftir kring heimin. Allar fortreytir fyri at finna olju og gass eru til steðar. Tað ræður um at bora.

Hetta eru boðini frá føroyskum myndugleikum til altjóða oljuvinnuna í hesum døgum. Samstundis bjóða vit fram nakrar av teimum bestu loyvistreytunum fyri at leita eftir olju og gassi. Og aftrat hesum bjóða vit útlendsku oljufeløgunum eina ta tryggastu og bestu politisku skipanina í heiminum at virka undir.

Føroyar og oljuleiting

Føroyar eru við síni plasering í Norðuratlantshavi - tætt upp at einum vaksandi oljulandsluti  - eitt upplagt stað hjá altjóða oljufeløgum at gera íløgur í. Útlitini til at finna stórar nøgdir av bæði olju og gassi eru so mikið góð, at fleiri altjóða oljufeløg í løtuni sita og hyggja eftir økinum. Oljuleitingin í Føroyum er so heldur einki annað enn ein náttúrlig gongd í altjóða oljuhøpi, har øki nærhendis verandi oljukeldum gerast áhugaverd.

Eftir at hol varð sett á Norðsjóvar oljuævintýrið seinast í 60-unum, vórðu eyguni skjótt vend móti grannalagnum, Atlantsmótinum tvs. økinum vestan fyri Hetland. Har varð so ein av størstu oljukeldunum í heiminum, Clair, funnin í 1977. Seinni vórðu keldur sum Foinaven og Schiehallion funnar uppaftur longuri vesturi, tvs. enn nærri føroyska markinum. Og tað vóru m.a. hesar keldur, sum fingu oljufeløgini enn einaferð at hyggja upp aftur longur vestur. Og úrslitið varð føroyska leitiútbjóðingin í 2000. Seinni koma enn tvær útbjóðingar við tilsamans 9 boringum á føroyska landgrunninum, sum høvdu við sær, at fortreytin fyri at finna olju, nevniliga ein virkin kolvetnisskipan, varð staðfest.

Ein spennandi og fjølbroytt 4. útbjóðing

Nú er so sett hol á 4. útbjóðingina og gera føroyskir myndugleikar eitt stórt arbeiði fyri at fáa oljufeløgini at venda eygunum hendavegin. Eitt arbeiði, sum hevur stuðul frá einum samdum løgtingi.

Nú góðir tríggir mánaðir eru farnir, síðani 4. útbjóðingin til oljuleiting við Føroyar lat upp, fáa starvsfólkini á Jarðfeingi støðugt fyrispurningar frá altjóða oljufeløgum, sum ynskja at vita meira um útbjóðingina, her fyrst og fremst data um teir partar av undirgrundini, ið eru fevndir av sjálvari útbjóðingini.

Enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um eitt komandi úrslit av útbjóðingini, nú hon er opin fram til 17. februar í 2018, men Oljuportalurin hevur sett tveimum av fólkunum á Jarðfeingi, stjóran Niels Christian Nolsøe og Hera Ziska, sum hevur staðið fyri seinastu og ikki sørt kolveltandi tulkingunum av tí rúgvusmikla datatilfarinum, ið er tøkt á Jarðfeingi, og sum nú er atgongiligt hjá oljufeløgunum, stevnu. Vit eru stødd í nýggju hølunum hjá stovninum í Jóanneser Paturssonargøtu í Havn. Eisini hava vit verið eitt rend úti í Tinganesi og har hitt landsstýrismannin í oljumálum, sum sjálvur vónar, at oljufeløg fara at koma henda vegin aftur.

Nú lági oljuprísurin hevur fingið oljufeløg at halda aftur við íløgum í nýggja oljuleiting, og nú kappingin um at fáa oljufeløg at leita í júst tínum øki er stór, so er umráðandi at vera kappingarførur fyri at vekja áhugan hjá oljufeløgunum. At fáa tey at síggja møguleikar í júst føroyska økinum. Vit spurdu tí teir báðar, hvørjar broytingar eru gjørdar í loyvistreytunum, síðani ta fyrstu útbjóðingina í ár 2000. Vit geva Hera Ziska orðið:

Føroysku treytirnar sera fleksiblar

”Nógv er broytt í sambandi við treytir síðani fyrstu útbjóðingina. Tá vóru fast defineraðar treytir, men eftir tað hava vit ikki havt nakra fast defineraða loyvistypu. Bæði øki og tíðarskeið er nakað man definerar frá loyvi til loyvi. Mær vitandi er einki annað land her um leiðir so fleksibult sum Føroyar. Orsøkin til hetta er fyri at taka hædd fyri, at vit hava sera ymisk øki við í loyvisumfarinum. Onkur eru meira búgvin, sum so krevur eitt sindur meira, og onnur øki eru meira óbúgvin, sum so krevur eitt heilt annað slag av arbeiðsprogrammi. At hava eitt standard loyvi til slíkt vildi sjáldan verið tað optimala programmið fyri eitt loyvi.

Talan er eisini um eitt nýtt leitiøki, har olja enn ikki er funnin í rakstrarverdum nøgdum. Og tað atlitið mugu vit so eisini fyrihalda okkum til.

Tað einasta vit krevja er, at arbeiðsloyvið gevur meining, og at tað búnar loyvið fram móti eini boring. Vit vilja gjarna hava, at oljufeløg búna tað so skjótt sum møguligt, og tey vilja gjarna hava eitt sindur betri tíð, og vit kunnu so møtast har ímillum. Tað merkir í veruleikanum, at lisenstreytirnar eru ein samráðingarspurningur millum Jarðfeingi øðrumegin og oljufeløg hinumegin.

Pláss er annars fyri øllum feløgum, størri sum smærri, men ætlar man at fara allan vegin til útbygging og framleiðslu, so krevur tað sjálvandi stóra fíggjarorku tvs. luttøku av stórum oljufeløgum.

Men tað er tó greitt, at í sjálvari uppstartsfasuni kunnu eisini smærri feløg heilt væl koma inn við sínum góðu hugskotum og harvið tryggja eina fjølbroytta leiting. Tey vísa seg oftani at vera góð til at finna olju.

Fyri at gera tað lættari og lagaligari fyri oljufeløgini er avgjørt at leingja lógarásettu loyvistíðina, sum er 12 ár, við upp til 4 ár í senn, har upprunalógin segði 2 ár í senn. Oljufeløg kunnu tá hava eitt loyvi í 16 ár.

Higartil eru boraðir 9 brunnar í teimum trimum útbjóðingum á landgrunninum, og tá vit spyrja til, hvussu verður við leitibrunnum í eini 4. útbjóðing, er svarið, at hetta er upp til oljufeløgini, men sjálvandi er vónin, at oljufeløgini fyrst og fremst koma við einum góðum arbeiðsprogrammi. Um boringar eisini eru partur av tí vil tað sjálvandi verða væl móttikið.

Nógv betur ílætin til at skilja jarðfrøðina

Nú tað javnan verða gjørd bæði olju- og gassfund á bretskum øki hinumegin markið spyrja vit, um tað ikki merkir, at slík fund eisini kunnu gerast á føroyskum øki so stutt frá.

Heri Ziska:

”Stórur munur er á jarðfrøðini vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar. Tað eru sjálvandi nøkur ting man kann taka við sær frá bretsku leitingini og jarðfrøðini har. Men fyri ein stóran part má man bara hyggja uppá tað føroyska økið og vita, hvat vit síggja júst her. Vit á Jarðfeingi hava tí eisini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at skilja okkara øki betur, og her eru vit komin rættiliga langt.

Vit skilja m.a. nú betur, hvar man fór skeivur í sínari tíð, tá skjøtil varð settur á leitingina, og vit skilja nógv betur, hvussu samanrenningin er millum gosgrýti og ikki gosgrýti, og tað ger, at vit eru nógv betur ílætin til at meta um, hvar man kann leita eftir ymiskum fellis- og prospekttypum.

Vit hildu, at tað var sama geologi her í Føroyum sum vestan fyri Hetland, tá leiting byrjaði her í 2000, og tað uppdagaðu oljufeløgini eisini, at tað er tað ikki. Munurin á nútíðini og ár 2000 er, at tú hevur 9 boringar og ein stóran arbeiðsinnsats fyri at kanna geologiina við útgangspunkti í m.a. teimum 9 holunum, so man veit nógv meira nú enn tá. Tað er væl fyrstu ferð, at man hevur samlað alla vitan saman.

Tað er fyrstu ferð, at man er farin inn í detaljurnar og hevur endurtulkað allar dátur og hugt uppá alt tilfarið umfatur, tvs. at man hevur vaskað talvuna reina og byrjað umaftur. Tí tað man hevði funnið út av og sum lá á borðinum upprunaliga var sum sagt ikki rætt. Hvat siga so dáturnar veruliga! Vit hava fingið tað til at passa saman, soleiðis at tær observatiónir vit hava fingið, peika allar sama veg. Áðrenn vit fóru í gongd við at endurtulka var tað so, at ymiskar observatiónir søgdu ymiskt, ella tað modellið man hevði kundi ikki forklára allar observatiónir. Nú hongur tað saman, og tað ger tað so nógv sterkari.

Man hevur vitað ov lítið um jarðfrøðina, og tað er náttúrligt , tá man fer inn í eitt nýtt øki. Ein tekur útgangspunkt í tí, sum man heldur seg vita, og við teimum data man hevur og tulkar tað, og hvørja ferð man fær nýggj data, so noyðist man at endurskoða, og tað er har vit eru, og tað vit hava gjørt.”

Øll oljufeløg vælkomin

-Hvørji oljufeløg verður so miðjað eftir at fáa til Føroya - feløg, sum hava verið her áður ella nýggj ella bæði tvey?

Niels Christian Nolsøe, stjóri:

”Nógv av feløgunum vit longu hava verið í sambandi við hava ikki verið her fyrr. Vit síggja sjálvandi møguleikar bæði við nýggjum oljufeløgum og við feløgum, sum hava verið her áður. Tað veldst eisini um, hvussu væl vit duga at fáa feløgini at skilja, at vit eru komin víðari við okkara tulkingum og vitan um føroysku undirgrundina. At vit skilja, hvat er hent í undirgrundini, og tí eru betur ílætin til at fara rætta vegin hesaferð.

Feløgini kunnu koma veruliga langt, um tey t.d. fara inn í virtuella datarúmið og lesa nýggjastu frágreiðingarnar, sum eru gjørdar. Tað er lættari at hoyra tað, tí so kann man eisini fara inn í ein dialog og spyrja inn til kjarnuna, um tað er nakað man ikki fær heilt við annars.”

Stjórin á Jarðfeingi vísir á, at teirra serfrøðingar luttaka á ráðstevnum og messum í øðrum londum og royna har at kunna oljufeløgini um útbjóðingina, og hvussu og hvar tey fáa nýggjastu vitanina. Hann viðgongur, at sum tíðin er vorðin við avmarkaðum leitiíløgum, so vil tað uttan iva vera tyngri hjá einum felag, sum ikki hevur verið her áður, at fáa ovastu leiðslurnar at taka avgerð um at fara inn í eitt nýtt land. Men verður tann avgerðin tikin, hvat hann sjálvandi vónar, so nýtist tað ikki at taka drúgva tíð at kunna seg um viðurskiftini og gera eina umsókn. Hann lovar øllum umsøkjarum eina virðiliga og professionella viðgerð og sigur, at einar samdar Føroyar fara at taka væl ímóti útlendskum oljufeløgum. Tey skulu kenna seg vælkomin her.

Øll leitiøki hava avbjóðingar

Heri Ziska, sum hevur arbeitt við at tulka data frá føroyska økinum í mong ár, sær heldur ikki tær stóru forðingarnar fyri, at oljufeløg nú aftur venda eyguni móti Føroyum, tó at leitingin higartil ikki hevur givið øll tey úrslit vónað varð.

”Treyðugt so - øll støð í verðini, har leitað verður eftir olju, hava sínar avbjóðingar. So er eisini í Føroyum. Og basaltið er so tað, sum hevur ávirkan á nógvar faktorar her hjá okkum. Men í mun til at bora gjøgnum basalt er man komin sera langt. Man er ikki komin á mál, og tað ger man ongantíð. Og í mun til ”imaging”, tvs. at síggja gjøgnum basaltið, so er man komin sera langt men kortini heldur ikki á mál. Tó nógv longur.

Í mun til at skilja basaltjarðfrøðina er man eisini komin langt, so vit hava flutt okkum sera langt og eru nógv betur ílætin til at tacla teir spurningar og ivamál, sum eru. Og vit hava eina góða mynd av undirgrundini nú, sum er munandi nærri veruleikanum, enn hon hevur verið fyrr.

Tað, sum drívur eitt oljufeløg fyrst og fremst, er prospektiviteturin, tvs. hvør møguleiki er fyri at finna olju. Og har eru vit í Føroyum so mikið heppin og væl fyri, at tað finnast nakrir veldugir strukturar í føroysku undirgrundini, sum kunnu goyma veruliga nógv kolvetni. Strukturar, sum enn eru ov lítið kannaðir. Teir áttu at verið kærkomnir fyri oljufeløgini.”

Oljukeldur við 100 mió. til 10 mia. tunnur

-Halda tit, at olja finst í lønandi nøgdum í Føroyum?

”Vit kunnu pávísa, at allar fortreytirnar eru til steðar. Um talan er um lønandi nøgdir krevur so, at tað verða boraðir brunnar.”

-Hvussu stór kunnu fundini vera í føroysku undirgrundini?

”Onkunstaðni millum 100 milliónir og 10 mia. tunnur. Í 4. útbjóðingini eru leitiloyvi, sum eru lítil og við minni váða. Men við avbjóðingum. Vit hava so eisini stórar buglur, sum í ”best case” kunnu vera ”enormar”. Váðin fylgir so oftani eisini við støddini.

-Giant fields?

”Í oljuvinnuni tosa vit um ”giant fields”.  Onkur av teimum fellunum, sum vit hava kortlagt, kunnu vera slíkir ”giant fields”,  um olja er tilsteðar.

Nøkur viðurskifti eru indiskutabul. Vit vita, at móðurgrýti (source rock) er har. Tað er framleidd olja í undirgrundini. Tað eru gigantiskir strukturar í undirgrundini, sum kunnu hava fangað oljuna og gassið, so tað er ein møguleiki fyri, at stórar nøgdir hava hópað seg upp har niðri. Tað er ikki til at siga, fyrr enn vit bora har. Vit vita tað ikki - enn.”

-Hvussu stóran týdning hevur tað so fyri oljuleitingina við Føroyar, at tað finnast framleiðandi keldur hinumegin markið – at infrastrukturur er í grannalagnum?

”At eingin infrastrukturur av týdningi er í økinum í løtuni er ikki ein meinbogi fyri at seta leiting í gongd. Kortini finnast framleiðandi olju- og gasskeldur í bretskum øki ikki so langt frá markinum. Og tað er uppá tal at byggja út keldur, sum liggja nærri markinum eisini. Tær kunnu sjálvandi fáa týdning seinni, tá og um lønandi fund verða gjørd í føroyskum øki, og man skal taka støðu til útbyggingar, men tað kann liggja longri frammi í tíðini. Hyggja vit eftir tí infrastrukturi, sum er vestan fyri Hetland í dag, so er hann sera avmarkaður. Men psykologiskt er tað altíð gott, at framleiðsla er nær við, har man leitar.”

-Kunnu íløgur í útbygging av Rosebank kelduni nær markið og onnur felt vestan fyri Hetland fáa týdning fyri eina føroyska oljuframtíð?

”Avgjørt, serstakliga um tað er sama oljufelag, sum framleiðir og sum eisini er við í leitingini føroysku megin markið. Tað hevði verið fantastiskt, um feløg, sum eru virkin hinumegin markið á bretska landgrunninum, eisini vístu áhuga fyri føroysku útbjóðingini. Tí tað er altíð ein fyrimunur, tá man arbeiðir tvørtur um mark, og eitt fund liggur á markinum, at eiga í báðumegin, soleiðis at tú betur kann samskipa leitingina.”

Oljufund í 4. útbjóðing hevði drigið onnur oljufeløg til

”Eitt oljufund í 4. útbjóðing hevði verið eitt stórt gjøgnumbrot fyri føroyska oljuleiting. Tað hevði kunnað drigið nógv onnur oljufeløg til,” sigur Niels Christian Nolsøe frá Jarðfeingi, sum heldur fram:

”Eg havi eisini lyndi til at trúgva uppá oljufeløg, sum ikki hava verið her áður. Tey hava ongar fordómar og eru opin fyri allari vitan. Tey kunnu byggja á ta vitan, sum vit hava í dag. Tað kann hugsast, at tað verður eitt sindur torførari hjá feløgum, sum hava verið her og hava tikið seg út, at koma aftur so skjótt. Tí hava vit eisini serstakar vónir til nýggj oljufeløg, sum ikki hava verið her áður.

Men tað skal kanska henda okkurt heilt nýtt, áðrenn summi av teimum stóru feløgunum koma aftur henda vegin. Fyri onkur er tað sera langt síðani, at tey tóku seg úr Føroyaøkinum, og kunnu tí væl hugsast at venda aftur. Vit halda sjálvi, at her er nógv nýtt at koma aftur til.

Oljuráðharrin: Føroyar gott stað at leita eftir olju

Í síðsta enda er tað landsstýrismaðurin í oljumálum, Poul Michelsen, sum stendur við endan, tá tað ræður um at bjóða útlendskum oljufeløgum henda vegin at finna føroysku oljuna. Hann er eisini rættiliga avgjørdur og jaligur. 

”Føroyar eru eitt gott stað at leita eftir olju. Ein einmælt politisk skipan vælsignar oljuleiting her, og eisini millum fólk er stór vælvild fyri oljufeløgum, sum vilja gera íløgur her, vilja tey virða  treytir eitt nú í sambandi við eitt ódálkað umhvørvi. Heldur ikki høvuðsvinnan, fiskivinnan, hevur nakað ynski um at seta forðingar í vegin fyri oljuleiting á landgrunninum, tó at vit mugu taka hædd fyri gýtingarleiðum osfr. Vit hava sum tjóð sera  positivar loyvistreytir, og vit hava uttan iva nakrar av teimum størstu og mest lovandi strukturunum og prospektunum í hesum partinum av heiminum, sum kunnu goyma kolvetni í stórum nøgdum. So oljufeløgini er vælkomin til Føroya. 

Enn snýr tað seg burturav um at finna oljuna. Og tá hon er funnin fara vit sjálvandi at seta okkum saman við oljufeløgunum og í sátt og semju við tey at finna tær bestu loysnirnar til tess at fáa oljuna upp og fáa hana til høldar.”

Basaltið kann vera ein fyrimunur

Samanumtikið – sæð við føroyskum serfrøðinga eygum – sær framtíðin rættiliga bjørt út, hvat møguleikum at finna olju og gass í føroysku undirgrundini viðvíkur. Her fyrst og fremst tann sannroynd, at móðurgrýti er til steðar, og stórir strukturar eru í undirgrundini, sum eru lítið kannaðir. Høvdu allir brunnar, sum eru boraðir higartil, verið turrir, so høvdu vit staðið nógv veikari. Vit hava so eisini virðismiklar botnkanningar, ið vísa, at olja lekur upp úr undirgrundini. Tær, boriúrslit og aðrar kanningar, stuðla upp undir, at tað finst ein virkin kolvetnisskipan í føroysku undirgrundini og helst eisini stórar olju- og gassgoymslur. 

Og tað er eisini forvitnisligt at staðfesta, at Gullhornið – økið í landssyning úr Føroyum, sum oljufeløgini rýmdu frá fyrst í ár 2000, nú aftur er áhugavert. Nýggjastu tulkingarnar vísa nevniliga, at eisini har eru møguleikar at finna olju og gass.

Vit eiga so heldur ikki at undirmeta týdningin, sum basaltið kann hava. Basaltið kann nevniliga  eisini virka sum fella, og olja og gass kunnu vera inni í basaltinum. Tað kann tí eisini vera ein veldugur fyrimunur at hava basalt, eru nakrar av nýggjastu niðurstøðunum hjá føroyskum jarðfrøðingum, nú dyrnar aftur eru latnar upp fyri útlendskum oljufeløgum at koma til Føroya at finna oljuna.