Frá setanini av paralympisku leikunum í Rio í 2016, har Krista Mørkøre var einasti føroyski luttakarin

Føroyar leita sær altjóða hjálp til olympiska viðurkenning



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

23.01.2018 - 07:45

Tíðindi > Ítróttur > Altjóða ítróttarkappingar

Ítróttasamband Føroya og Olympiska nevnd Føroya hava leitað sær profssionella hjálp til tess at vinna Føroyum olympiska viðurkenning.

Altjóða samskiftisfyritøkan VERO, boðaði í gjár frá, at fyritøkan hevur gjørt avtalu við ÍSF og olympisku nevndina í Føroyum um at vera ráðgevi í royndini at fáa Føroyum olympiska viðurkening og verða góðkendar sum limur í altjóða olympisku nevndini, IOC.

- Vit eru errin av at fáa møguleika at samstarva við føroyska ítróttasambandið og olympisku nevndina og stuðla teimum í royndini at fáa olympiska viðurkenning. Føroyar hava roynt at gerast limur í yvir 40 ár, eru ein av stovnarunum av altóða paralympisku nevndin og eru longu frammanundan viðurkendar av átta ymsum ítróttasamgongum, so tær hava sterka grund at byggja á, sigur stjórin í VERO, John Zerafa, í fráboðanini.

Jon Hestoy, næstformaður í ÍSF og olympisku nevndini sigur á heimasðiðuni hjá VERO:

- Føroyar hava luttikið í øllum paralympiskum leikum síðan 1984, og vit vilja eisini hava høvi at luttaka í sjálvum olympisku leikunum. Tað, at vit hava valt VERO vísir, at vit taka olympisku avbjóðingina í størsta álvara.

VERO er altjóða viðurkend ráðgevarafyritøka, sum hevur samstarva við fleiri altjóða ítróttasamgongur, teirra millum fótbóltssamgongurnar Fifa og Uefa. VERO hevur eisini verið við til at fyrireika fleiri væleydnaðar herferðir til tess at skaffa býum olympiskan vertsskap. Nevdar verða Rio 2016, Pyeongchang 2018 og Paris 2024.