Føroyar og Eivør á Ráðhúsplássinum á Kulturnat København



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

12.10.2017 - 07:34

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Veðurlagsbroytingar

Fríggjadagin, tá mentanarnátt er í Keypmannahavn, varpar Climate Planet á Ráðhúsplássinum ljós á Føroyar, grøna orku og veðurlagsavbjóðingar í Norðuratlantshavi, har Føroyar – avbyrgdar frá evropeiska meginlandinum – eru eitt grønt dømi í Norðuratlantshavi.

Allan dagin eru veðurlagsavbjóðingar, grøn orka, ferðavinna, laksaaling, fiskivinna og nútímans føroysk matmentan á skránni i Climate Planet, og um kvøldið verður konsert við Eivør Pálsdóttir, umframt at føroyskir filmar og aðrar videoupplivingar eisini eru á breddanum. Talan er um filmarnar ’Vetrarmorgun’, ’Skuld’ og ’Tunnan’.

DR-vertirnir Jesper Theilgaard og Jacob Illeborg, sum er hálvur føroyingur, stýra einum parti av tiltakinum í Climate Planet við videoupplivingum og samrøðum við gestir í planetini. Dagurin byrjar við seminari fyri innbjóðaðum allan fyrrapartin, og síðani er frí atgongd í Climate Planet restina av seinnapartinum frá kl. 14. Tá mentanarnáttin byrjar klokkan 18 er atgongd við “kulturpassi”, har almenningurin og gestirnir á mentanarnáttini á Ráðhúsplássinum hava høvið at fáa eina norðuratlantiska uppliving í hjartanum av Keypmannahavn.

Climate Planet hevur sín uppruna í ’Århus sum Europæisk Kulturby 2017’. Planetin stóð á havnalagnum í Århus í alt summar, har fólk í hópatali høvdu høvið at hyggja at serstaka filminum um jarðarinnar veðurlagssøgu frá Big Bang og inn í framtíðina. Jesper Theilgaard, veðurvertur og veðurlagsserfrøðingur hjá Danmarks Radio, hevur gjørt filmin í samstarvi við Nasa.

Climate Planet hevur serligar tekniskar møguleikar, og tí liggur sera væl fyri at hava áhugaverd tiltøk við framúr góðum tøkniligum møguleikum í planetini, eins og tað eisini ber væl til at hava opið fyri almenninginum á staðnum.

Heilsu- og innlendismálaráðið, Tórshavnar kommuna, Sev og Atlantic Airways hava leigað Climate Planet allan dagin fríggjadagin, og hesir fýra partar skipa fyri føroyska tiltakinum á Ráðhúsplássinum á mentanarnáttini í danska høvuðsstaðnum.

Skráin fyri Climate Plamet á mentanarnáttini sæst her

Tíðindaskriv frá Sev