Samráðingarleiðararnir, Andras Kristiansen og Jacques Verborgh, taka í hondina á
hvørjum øðrum eftir at hava skrivað undir semju millum Føroyar og ES um sínámillum fiskirættindi
í 2018.

Føroyar og ES gjørt avtalu um fiskiveiðirættindi fyri 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

08.12.2017 - 15:48

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

Føroyar og ES skrivaðu tann 8. desember undir avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2018. Avtalan er ikki nógv broytt í mun til avtaluna í fjør, men nakrar broytingar eru framdar.

Sínámillum atgongdin at fiska makrel í økinum hvør hjá øðrum verður 30.877 tons, hetta samsvarar við lutfalsligu lækkingina av heildarkvotuni av makreli í 2018. Føroyar varðveita somu atgongd at fiska svartkjaft í ES sjógvi ímeðan føroyska kvotan av svartkjafti frá ES hækkar við 1.000 tonsum. Føroysk skip hava sostatt møguleika at fiska 31.500 tons av svartkjafti í ES sjógvi. Atgongdin at fiska norðhavssild í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum verður lækkað samsvarandi lækkingini í heildarkvotuni fyri norðhavssild, soleiðis at partarnir kunnu fiska 4.000 tons av norðhavssild hjá hvørjum øðrum.

Viðvíkjandi øðrum fiskasløgum so lækkar føroyska kvotan av hvítingsbróðri við 3.300 tonsum og verður hon 6.000 tons í 2018. Kvotan av sild í Skagerak verður 200 tons komandi ár, og føroysk skip kunnu veiða 400 tons av sild í ICES øki 4a í Norðsjónum. Samlaða sildakvotan er sostatt óbroytt. Føroyska kvotan av kongafiski í grønlendskum sjógvi, sum í ár er 50 tons, dettur burtur komandi ár.

Viðvíkjandi kvotum hjá ES í føroyskum øki verða kvoturnar av kongafiski og flatfiski og øðrum fiskasløgum lækkaðar nakað í 2018, ímeðan kvoturnar av toski, hýsu, upsa og blálongu verða óbroyttar.

Avtalað varð, at fiskiveiðieftirlitini hjá báðum pørtum framhaldandi skulu samstarva um at menna skipanir í samband við elektroniskar fráboðanir av veiðu.

- Fiskimálaráðið