Føroyar og føroysk jarðfrøði hava ruddað forsíðuna á einum av heimsins kendastu populervísindaligu tíðarritum.

Føroyar prýða forsíðu á víðagitnum jarðfrøði-tíðarriti



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

18.12.2017 - 16:48

Oljan > Vinna & Tøkni > Ferðavinna


Í seinastu útgávuni av gitna “GEOExPro” stendur føroyski stovnurin Jarðfeingi fyri einki minni enn allari forsíðusøguni. Tað er Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur, ið hevur skrivað.

GEOExPro er eitt av mest lisnu populervísindaligu tíðarritunum í heiminum, sum skrivar um jarðfrøðilig viðurskifti. Tíðarritið, ið kemur út seks ferðir um árið, hevur greinar um ymisk evni, og greinin hjá Jarðfeingi hesa ferð er at finna undir evninum geotourism, og lýsir Føroyar sum áhugavert ferðamál fyri tey, ið hava áhugað fyri jarðfrøði. Forsíðumyndina hevur William Anderson tikið vegna Visitfaroeislands. Greinin kann lesast her.

Tað er annars júst eitt ár síðani, Jarðfeingi hevði sína fyrstu grein í GEOExPro: The Faroe Islands – a New Beginning. Tann greinin kann lesast her. Hon snýr seg um 4. útbjóðingina á føroyska landgrunninum, sum Jarðfeingi hevur marknaðarført í bæði tíðarritum, á messum og ráðstevnum kring heimin. Tað var annars eitt samt løgting, sum eftir uppskoti frá landsstýrismanninum í vinnumálum, Poul Michelsen, sum samtykti at fara undir aftur oljuleiting við Føroyar.

Í farnu viku luttóku fólk frá Jarðfeingi á stórari altjóða oljumessu í London og varð tíðarritið m.a. gjørt til og lagt fram á ráðstevnuni, har eisini ymboð fyri Jarðfeingi høvdu framløgur um oljuleitingina og 4. utbjóðing.

Eingin ivi um, at grein um Føroyar og jarðfrøðina her á forsíðuni í hesum heimsins høgt virda tíðarriti nú tveir mánaðir, áðrenn 4. útbjóðing á landgrunninum letur aftur, eisini kann vera við til at varpa ljós á og birta upp undir áhugan fyri føroysku oljuleitingini.

Trýst her fyri at síggja greinina in Føroyar

Trýst her fyri at downloada GEOExPro blaðið

Kelda jf.fo