(Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar spæla móti Portugal á Estadio do Bessa


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

20.04.2017 - 00:20

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fríggjadagin 9. juni fer føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá sveisar koma á vitjan í Føroyum. Næsti dystur eftir tað, verður hósdagin 31. august, tá føroyska liðið skal spæla á útivølli ímóti Portugal, og nú er ásett, at dysturin millum Portugal og Føroyar verður á Estadio do Bessa í Porto.

Estadio do Bessa er gamalt stadion, sum varð bygt í 1911. Leikvøllurin hevur verið undir út- og umbyggingum nakrar ferðir, og seinast var til EM-endaspælið í 2004. Kring vøllin er pláss fyri 28.300 áskoðarum, og er dagliga heimavøllurin hjá Boavista FC.

Millum føroyingar er leikvøllurin nokk best kendur fyri dystin millum Svøríki og Danmark, sum til EM-endaspælið í 2004 spældu javnleik 2-2.

Úrslitið millum sviar og danir hevði við sær, at bæði londini tryggjaðu sær víðari luttøku í endaspælinum. Og tað fekk øði í italiumenn. Tí frammanundan var greitt, at endaði dysturin millum Svøríki og Danmark 2-2, so reyk Italia úr kappingini.

Seinasti landsdystur á Estadio do Bessa var 1. september í fjør, tá portugisar vunnu 5-0 í venjingardysti móti Gibraltar.

Atgongumerkjasølan til dystin millum Portugal og Føroyar er ikki klár enn, men kemur væntandi upp á pláss um ein góðan mánaða.

Tíðindaskriv frá FSF