Mynd: EPA

Føroyar taptu 1-0 í Helsinki

Sverri Egholm

07.09.2015 - 21:36

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyar spældu í kvøld móti Finnlandi í Helsinki.

Finnland var favorittur undan dystinum og tað vóru eisini finnar sum løgdu best fyri. Longu tá 23 minuttir vóru leiktir skoraði Joel Pohjanpalo til 1-0 sum eisini gjørdist úrslitið.

Í seinna hálvleiki royndi føroyingarnir at trýsta og komu til fleiri góðar støður, men skotini vóru ikki nóg neyv.

Tá góðir 15 minuttir vóru eftir trýsti Finnland øgiligt og hevði bóltin í netinum einaferð, men málið varð kolldómt.

Dysturin var merktur av nógvu gulu kortunum til føroysku leikararnar. Fróði Benjaminsen, Brandur Henriksson og Hallur Hansson fingu allir gult kort og harvið hava teir leikbann næsta dyst.

Úrslitið gjørdist 1-0 til Finnland.

Finnland - Føroyar (1-0)
Joel Pohjanpalo 1-0