Føroyar taptu móti Serbia

Jógvan Hugo Gardar

11.01.2015 - 14:10

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Føroyska U21 landsliðið megnaði í dystinum í gjár at fylgja við sterku serbunum í 40 minuttir tá støðan var 15-17. Eftir hetta byrjaðu kreftirnar at ganga undan. 

Serbarnir høvdu frí ígjár, meðan føroyingarnir høvdu ein harðan dyst. Bakketan hjá føroyum arbeiddi sera hart allan dystin, men hevði ikki meira at geva til endans og so skrædnaði.

Endaliga úrslitið gjørdist 34-21 eftir 14-10 í hálvleikinum. Meir um dystin her

Dysturin í dag millum Grikkaland og Serbia er avgerandi um Føroyar enda nummar 2 ella 3 í bólkinum.