Føroyar trýstu men kláraðu ikki at javna

Ingi Samuelsen

07.10.2016 - 17:26

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað brendi hart á framman fyri eysturríkska málið móti endanum av U21 dystinum á Svangaskarði í dag.

Men inn vildi bólturin ikki, og sostatt vann Eysturríki dystin 1-0 við málinum, sum Christian Schoissengeyer skoraði beint fyri hálvleik.

Í øðrum hálvleiki trektu eysturríkarar seg longur og longur aftur á vøllin, og føroyingar fingu meira spæl.

Móti endanum av dystinum var talan um eitt regulert føroyskt trýst við fleiri góðum málmøguleikum.

Størsta møguleikan fekk Gestur Bogason Dam, sum eftir eina góða avlevering stóð púre einsamallur við eysturríkska málverjanum, men tað eydnaðist honum at bjarga skotinum.

Sostatt endaði seinasti dysturin hjá U21 landsliðnum í hesum umfari við enn einum teprum 0-1 tapi móti Eysturríki, og sostatt eydnaðist tað føroyska liðinum einans at vinna tað eina stigið, sum kom til hóldar í útidystinum móti Aserbajan fyri einum mánaða síðani.

Føroyar enda harvið á aftasta plássi. Við sigrinum í dag hevur Eysturríki enn ein spinklan møguleika at taka fyrsta plássið frá týskarunum. Men tað krevur, at týskarar tapa á heimavølli móti russum í dag. Í skrivandi stund er Týskland á odda við máli, sum kom eftir 23. minuttir.

Eysturríki og Týskland hittast í seinasta umfari, sum verður spælt týsdagin.