Føroyar vunnu aftur - spæla finalu í annaðkvøld

Innsent

24.05.2016 - 21:26

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Føroysku kvinnurnar tyktust merktar av nervum, tá dysturin móti Liktinstein byrjaði í kvøld. Fyrstu løtuna av dystinum var spælið øgiliga stirvið, og tað var í grundini ikki fyrr enn støðan var umleið 10-10, at føroysku leikararnir veruliga fótaðu sær. Men so helmaðu tær heldur ikki í fyrr enn fyrsta sett var vunnið,so greitt sum 25-15.

Annað sett var sum eitt avrit av tí fyrsta, tí enn einferð vóru tað gestirnir, sum byrjaðu betur. Men júst sum í fyrsta setti fingu Føroyar tamarhald á spælinum, tá settið var umleið hálvrunnið, við sama úrsliti sum í fyrsta setti - 25-15.

Triðja sett gekk nógv javnari á, tó við tí muni, at nú vóru tað Føroyar sum byrjaðu nógv betur. Gestirnir stríddust tó fyri lívinum, tí um tær megnaðu at vinna dystin í dag, kundu tær við sigri á Írlandi í morgin stjala annan oddasessin frá Føroyum. Men føroysku leikararnir hildu høvdið kalt og endaðu við at vinna triðja sett og harvið dystin 3-0. Seinasta settið í dystinum endaði 25-21.

Hóast føroyska liðið kanska ikki spældi líka væl sum tað gjørdi í gjár, og hóast nervarnir tyktust spæla føroyingum eitt puss í dag, so var kortini eingin ivi um, hvat av liðunum var betri. Aftur í dag vóru tað Purkhús-systrarnar Sofía og Elisabeth og Birgit Guttesen, sum drógu tunga lessið í álopinum.