Føroyskur fagnaður eftir seinasta bríksl í Bulgaria.

Føroyar vunnu Emerging Nations Championship

Agnar Frederiksen

18.06.2017 - 20:35

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Emerging Nations Championship hevur verið leikt tvær ferðir. Og í báðum førum hava føroysku hondbóltsmennirnir vunnu kappingina. Í 2015 vunnu føroyingar kappingina, ið var í Kosovo, og í kvøld vunnu Føroyar finaluna í Bulgaria. Føroyar vunnu 26-25 á Turkalandi.

Talan gjørdist um ein sera spennandi og javnan dyst. So at siga allan fyrra hálvleik skiftust liðini um at hava leiðsluna. Einki lið var á odda við meira enn tveimum málum nakað tíðspunkt í hálvleikinum. Føroyingar vóru á odda 13-11, tá farið var til hálvleiks. 

Turkaland kom betri út til seinna hálvleik, og tók leiðsluna eftir fimm minuttir. Men so fekk Føroyar av álvara tak á dystinum aftur, og miðskeiðis í seinna hálvleiki var føroyka leiðslan eina løtu fýra mál. Men Turkaland át seg inná aftur, og tá seinasti minutturin fór í gongd var munurin bert eitt mál. Føroyingar høvdu eitt langt álop, har Peter Krogh trekti eina útvísing til Turkaland, og eftir eitt timeout tá 12 sekund vóru eftir, gingu tað nøkur sekund áðrenn føroyingar fingu skot á. Skotið rakti yvirleggjaran, og stakk út og sjálvt um turkar fingu fatur á bóltinum, so var ikki tíð at fara fram í álop.

Harvið endaði tað við einum eitt-máls sigri til Føroyar, ið sostatt endurvunnu kappingina. Og sjálvsagt var stórur fagnaður á føroyingum eftir seinasta bríksl. 

Eftir dystin varð Peter Krogh valdur til besta føroyska leikara.

Vit ynskja føroyingum hjartaliga tillukku við sigrinum. 

Meira um dystin kemur seinni.