Mynd: Sverri Egholm

Føroyar vunnu uttanfyri vøllin

Sverri Egholm

09.06.2017 - 21:48

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Vit eru til reiðar, til at skapa eina fantastiska kulissu á Tórsvølli í kvøld.

Soleiðis segði Andrass Thomsen, formaður í fjepparafelagnum Skansin við Portalin fyrr í dag. Og hann fekk rætt.

Skansin setti enn einaferð veruliga lív í Tórsvøll við sínum ótroyttandi góða lagi og løttu sangunum, sum rungað um allan vøllin.

Í kvøld var tó eitt sindur av kapping, tí teir fleiri hundrað sveisisku áskoðararnir gjørdu eisini sítt til, at øll fyri nakað fyri pengarnar.

Á vøllinum var Sveis betra liðið, men vit kunnu staðfesta at Føroyar vann uttan fyri vøllin.

Myndir: Skansin hitar upp til landsdyst