Føroyar-Portugal á stórskíggja í Løkshøll

Niels Petersen

09.10.2016 - 21:04

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Aldrin áður hevur eftirspurningurin eftir atgongumerkjum til ein landsdyst í Føroyum verið so stórur sum júst nú.

Nærum øll tjóðin kundi hugsað sær at sitið á Tórsvølli mánakvøldið, og sæð ein av heimsins bestu spælarum, Cristiano Ronaldo, saman við liðfeløgum hansara, spæla ímóti føroysku kempunum.

Føroyska landsliðið hevur seinastu árini prógvað, at tað er mentir at skapa úrslit, ið ongin hevði væntað.

Fríggjakvøldið vunnu Føroyar 0-2 á útivølli móti Lettlandi, og dystin frammanundan spældu vit javnleik móti Ungarn á Tórsvølli. Í løtuni er Føroyar á einum óveruligum næstovasta plássi í bólkinum.

Í annaðkvøld taka okkara evnaríku, málrættaðu og viljasterku leikarar ímóti europameistaranum, Portugal.

Talan verður um eitt brak av einum dysti, og Tórsvøllur verður fullsettur.

Tó eru tað túsundavís av føroyingum, ið ikki sleppa á Tórsvøll, at hyggja at hesum megnar dysti.

Men í Runavíkar kommunu hava tey valt at bjóða øllum vælkomnum í Løkshøll í annaðkvøld, har landsdysturin verður vístur á einum av føroya størstu stórskíggjum.

Løkshøll er útgjørd við góðari og framkomnari útgerð til alskyns tiltøk, - Eisini landsdystir! Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Fyriskipararnir vilja somuleiðis gera vart við, at tað er avmarkað pláss. Og mæla tí fólki til at møta í góðari tíð. Dyrnar lata upp klokkan 19:00, og dystarbyrjan er klokkan 19:45.