Marner Kjærbæk, skipari á Kongsborg hevur fingið vitjan av Onnu Forsberg, starvsfólkastjóra hjá Skansi í sambandi við manningarskifti umborð fyri jól. (Myndir Jan Müller)

Frálandaflotin er eitt gott brand fyri Føroyar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

25.12.2013 - 03:35

Oljan > Olja > Oljan og Føroyar

Jan Müller úr Florø

“Vit eiga at vera errin av, at okkara lítla tjóð hevur megnað at byggja upp ein frálandaflota, sum einki stendur aftanfyri aðrar. Frálandaflotin er eitt gott brand fyri Føroyar. Vit eru kappingarførir uppá allar mátar. Og vit eiga fólk í hesi vinnuni, sum gera eitt framúr gott arbeiði. Vónandi fer hetta ein dag eisini at koma okkum til góðar, tá ein føroysk oljuvinna er í eygsjón,” sigur fyrikomandi og skilagóði skiparin á Kongsborg, einum av flaggskipunum í føroyska flotanum, Marner Kjærbæk.

Frálandavinnan dregur frá

Oljuportalurin vitjaði umborð á Kongsborg herfyri, tá skipið skifti manning á Fjordbase í Florø í Norra. At tað gongur sjón fyri søgn, og at gerandisdagurin hjá føroyingum á sjónum nettupp speglar seg aftur í hesum veruleika, sæst m.a. nú um jóltíðir, tá føroyskir sjómenn á øllum heimsins høvum senda jóla- og nýggjársheilsanir heim til síni næstu.

Hyggja vit nærri at hesum heilsanum síggja vit, at ein stórur meiriluti av teimum, kemur frá føroyingum, sum manna frálandaskip kring allan knøttin. Vit eiga framvegis pláss umborð á fiski- og farmaskipum, men jólaheilsaninar í 2013 eru ein týðilig ábending um, hvussu støðan er við at broytast, soleiðis at eitt vaksandi tal av føroyskum sjómonnum nú manna frálandaskip, ið arbeiða í altjóða oljuvinnuni.

Og Marner Kjærbæk og hansara kærkomna manning teljast millum hesar føroyingar, ið forvinna sær til lívsins uppihald á frálandaskipum kring allan heim.

Til skips síðani 16 ára aldur

Marner Kjærbæk hevur staðið á brúnni, síðani Kongsborg kom inn í Skansi-flotan fyri góðum hálvum ári síðani. Og hann er sera fegin um sítt arbeiði og ikki sørt errin av at føra eitt av flaggskipunum í føroysku frálandavinnuni.

Hann er í dag 39 ára gamal og hevur verið á sjónum alt sítt arbeiðslív. Hann fór longu út at sigla sum 16 ára gamal og hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Eftir skipsføraraskúla í Havn var hann við trolara í fimm ár, og eftir tað hjá Maersk Supply í 10 ár. Haðani gekk leiðin til Norrønu, har Marner var yvirstýrimaður í eina tíð, Hann byraði hjá Skansi fyri tveimum árum síðani. Var umborð á Sæborg í eitt ár og varð so spurdur, um hann kundi taka sær av Kongsborg. Tað helt hann ljóðaði spennandi og takkaði ja.

Sjálvur heldur hann, at tað er gott, at føroyingar framvegis velja sjógvin, nú teir eru so væl dámdir á sjónum. Teir flestu eru vanir at baldrast tætt havinum og tí fellur tað nokk so náttúrligt. Og veðurliga passar tað væl við Norðsjógvin.

Marner dylur ikki fyri, at hann er komin á rætta stað. Kongsborg er eitt gott og stórt skip við stórari maskinorku, og alt riggar væl umborð. Og har er reint og nossligt. Alt nakað, sum hevur nógv at siga fyri bæði manning og reiðari. Tað hevur eisini gingið væl hjá manning og skipi, síðani teir løgdu frá landi í juni.

Marner hevur verið við til at sigla saman við nógvum øðrum tjóðum, men nú eru teir so bara føroyingar umborð, og tað heldur hann vera sera gott. Ikki tí at honum ikki dámar at arbeiða saman við fólki úr øðrum londum, men meira tí at her tosa allir sama mál og hava nøkunlunda somu bakgrund. Tí gongur tað eisini sera væl við arbeiðinum umborð,eins og trivnaðurin er sera góður.

“Fyrr tá man var við útlendskum skipum, so passaði man vaktina og eftir nátturðan í kamarið. Her er øðrvísi. Her savnast man um kvøldið til ein drekkamunn og prát, áðrenn farið verður til koys. Allir eru úr Føroyum og hava tað sama at tosa um og hava nógv felags áhugamál, onkur tosar um veðrar, onkur um útróður. Sosiala lívið er eisini gott umborð. Her er sjónvarp við nógvum rásum. Her er gott kondirúm. Og teir kunnu tosa heim bíliga. Ringja heim fyri føroyskar takstir, ein góð skipan gjøgnum Føroya Tele.

Gott reiðarí

Marner hevur ikki bert góð orð um manningina og samanhaldið umborð. Eisini arbeiðsgevarin, reiðaríið, sum eigur fimm skip, fær rósandi orð. "Eitt spennandi og positivt projekt. Tað hava teir klárað sera væl. Vit, sum sigla, siggja eisini, at tað verður gjørt nógv fyri, at manningin trívist, tí tað er aftur ein partur av tí góða úrslitinum, tá avtornar. 

Marner heldur eisini, at føroyingar eru eins væl egnaðir at standa fyri slíkum frálandareiðaríum sum aðrir. Vit standa so ikki aftanfyri norðmenn.

“Frálandaflotin er eitt gott brand fyri Føroyar. Vit eru kappingarførir uppá allar mátar. Eisini hava nógvir av monnunum, ið manna føroysku førini, nomið sær royndir hjá øðrum reiðaríum.

Gott skoðsmál frá øðrum

Hvat siga starvsfelagarnir umborð um henda lílillætna skiparin úr Vági:

“Hann er sera professionellur. Men hann er eisini eitt gott fólk, er væl við manning, men ein, sum krevur nakað og er avgjørdur. Dugur sítt arbeiði 100%. Stór virðing fyri honum. DNV verið umborð og havt eftirlit. Maður harfrá sigur, at tey 18 árini hann hevur verið í hesi bransjuni, hevur hann ongantíð sæð eitt arbeiðspláss, har alt var so væl skipað, har manningin var so væl inni í øllum.”

Fleksibilitetur

Hvat eru tað fyri eginleikar, sum føroyingar hava fram um aðrar tjóðir, sum telja so nógv í maritimu vinnuni.

“Tað er fyrst og fremst fleksibilitetur. Tað er sera ringt at siga nakað frammanundan í hesi bransjuni. Tú fær boð um at sigla út við onkrum tilfari í skundi, men tá tú kemur út a feltið er kortini ikki brúk fyri tí. Her er spurningurin at duga at laga seg til broytingar í arbeiðinum og góðkenna hesar uttan at finnast at. Tú skal kortini vera úti á havinum, og tí er bara at laga seg til umstøðurnar, hvørjar tær so enn eru. Og tað hava føroyingar lindi til at gera.  Enn ein fyrimunur hjá føroyingum er málið. At menn so eisini eru vanir við fiskarí og harðar umstøður er eisini ein fyrimunur. So tingini fella løtt og náttúrlig.”

Beint áðrenn oljan.fo vitjaði umborð á Kongsborg, høvdu teir havt vitjan av eftirlitsfólki at sýna og kanna tær ymsu góðskuskipaninar umborð. Tað vóru rósandi orð frá eftirlitsfólkunum. Alt var í lagi tó at onkur smáting vóru.

Marner Kjærbæk heldur tað eisini hava alstóran týdning fyri reiðaríið at vera við í hørðu kappingini um sáttmálarnar, at manningin tað verið seg á brúnni, í maskinrúminum og á dekkinum, ger sítt besta og ítarsta.

“Man má bara royna eftir førimuni at gera eitt gott arbeiði og vera professionellur á øllum økjum. So frættist tað víða um, og so skal tað nokk bera til at fáa sáttmálar. Vit hava eisini stóra virðing fyri tí arbeiði, sum tey gera á skrivstovuni í Havn, so tað ræður um at taka saman hendur, og tað gevur úrslit. Hugaligt at síggja stjóran og starvsfólkastjóran vitja her.”

Við tá oljan verður funnin

Marner heldur tað eisini vera eitt brand í sær sjálvum at vera føroyingur í hesi bransjuni. Og í tí ljósi heldur hann eisini, at tað hevði verið hugaligt, um tað vóru okkara egnu frálandaskip mannað við føroyingum, sum vóru við, um ella tá oljan verður funnin næsta ár.

“Tað verður ein stór avbjóðing fyri Føroyar, um oljan verður funnin. Vit síggja, hvussu umfevnandi virksemið er í Norra. Taka vit bara oljuútgerðarhavnina her vit eru nú, so er talan um ein basa, sum veitir tænastur til tíggjutals oljufelt, og hesin er bara ein av nógvum. Hetta er ikki nakað, sum kemur upp at standa eftir einum degi og als ikki, um vit taka oljuna í land í Føroyum. So vit hava nógv at fyrireika okkum til, finna vit olju, men vit eiga nógv góð fólk til at arbeiða í hesi vinnu.

Góð ráð til ungdóm og myndugleikar

-Hvat vil tú siga við ungdómin í Føroyum, skal hann fáa eina trygga og góða framtíð?

“Um man hugsar um sjógvin, so er hetta økið gott at fara eftir. Her eru lutvíst góðar lønir í mun til onnur øki, arbeiðstíðin er góð, 4 vikur burturi og 4 vikur heima. Tað hevur nógv at siga ikki at vera ov leingi burturi. Hetta eru eisini góð og nýggj skip taka vit tey hjá Skansi.

Áðrenn Marner Kjærbæk ger klárt til manningarskiftið og letur ábyrgdina til Hans Paula Henryson, sum júst er komin umborð saman við hinum avloysarunum, spyr oljan.fo hann, um hann hevur onkur góð ráð til okkara myndugleikar, tá tað ræður um frálandaøkið.

“Tað er nógv gott hent hesi seinastu árini á hesum øki. Vit hava fingið nógv nýggj skip. Og arbeiðier til nógvar hendur í hesi vinnuni. Tað hevur týdning, at føroyingar kunnu taka tey mongu kravdu skeiðini í Føroyum. Hetta hevur verið gongdin, so flestu skeið í dag kunnu takast her heima. Men enn restar okkurt í. Eitt nú DP skeið. Her haldi eg, at landið eigur at seta penar í at keypa Vinnuháskulanum í Havn DP utgerð og simulator, soleiðis at menn eru góðkendir, tá teir koma úr skúlanum.

Sum er krevst heilsuváttan og trygdarskeið og stroppaskeið fyri at arbeiða í hesi vinnu. Ein stórur fyrimunur fyri at fáa arbeiði er eisini at hava tikið nevndu DP skeið ella full DP pappír, sum stendur fyri Dynamic Positioning.

Oljan.fo skilur, at hetta er nakað, sum Vinnuháskúlin arbeiðir við.

Teir 12 menninir, sum manna føroysku frálandaskipini eitt nú Kongsborg eru, skipari, yvirstýrimaður, 1. stýrimaður, 2. stýrimaður, chiefur, 1. meistari og juniormeistari.Haraftrat eru kokkur og 4 dekkarar.