Føroyingar hungra ikki eftir iPhone longur

Sverri Egholm

28.09.2017 - 21:02

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Eftirspurningurin er ikki tann, sum hann hevur verið.

Tað staðfesta Rúni Nolsøe, leiðari fyri Telebúðirnar og Rói B. Poulsen, privatkundastjóri á Vodafone, tá vit spyrja um nýggju útgávurnar av iPhone.

Hesaferð koma telefonirnar út í tveimum. iPhone 8 og iPhone 8 Plus eru komnar til landið í hesari vikuni, meðan iPhone X kemur ikki fyrr enn fyrst í november. Kanska seinni.

Síðst nevndu telefon er tann, sum flestu føroyingar ynskja sær

- Tað er møguligt at bíleggja telefonirnar áðrenn, og tað eru nógv tey flestu, sum hava bílagt iPhone. 90% av bíleggingunum eru iPhone X, staðfestir Rúni Nolsøe frá Føroya Tele.

Hesum tekur Rói B Poulsen frá Vodafone undir við.

- Heilt nógv hava bílagt sær telefon, men tað er eitt klárt mynstur, at tey flestu ynskja sær iPhone X, sigur hann.

iPhone X hevur ymsar fyrimunir við andlitisgóðkenning, skermurin fer heilt út til kantin og annað, greiðir hann frá.

Hinvegin er 10.000 krónur sera nógv fyri eina telefon, og tað er helst orsøkin til, at nøkur velja iPhone 8, sum er tað bíligari, heldur Rói B. Poulsen.

Prísurin fyri eina iPhone X fer at liggja um 10.000 krónur.