Fyrireikingin hjá føroyingum í Aalborg er komin væl ávegis. (Mynd: Álaborg)

Føroyingar í Aalborg gera nógv burturúr karnevalgongu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

14.05.2018 - 08:32

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Føroyingafelagið í Aalborg, Álaborg, ger nógv burturúr árliga karnivalinum í Aalborg og skipar fyri síni egnu karnevalgongu.

Temaið hjá felagnum í ár er "sjólívið", og ein karnevalbátur verður bygdur til endamálið.

Skipasmiðjan er væl ávegis við arbeiðnum, og arbeiðismenninir siga sjálvir, at hetta verður eitt megnarfar! Teir eru eisini sannførdir um, at hetta fer at verða eitt tað besta útróðrar-karnevals-árið síðani 1968 – tá tað var ein frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi og eystri. Út á seinnapartin varð tað stívt andøvsgul upp í skrið, og sólglottar vóru at síggja ymsastaðni á skrúðgonguni, skrivar føroyingafelagið á heimasíðuni.

Aalborg Karneval verður hildið 26. mai í ár og er næststørsta mentanarliga stevnan í Danmark. Aalborg Karneval hevur verið hildin síðan 1983 og í 2014 luttóku yvir 70.000 fólk í skrúðgonguni.

Les meira um tiltakið hjá føroyingafelagnum í Aalborg her.