Føroyingar leypa á bláman fyri atgongumerkir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

21.04.2014 - 04:04

Tíðindi >

Seinastu vikurnar hava fólk um alt landið lopið á bláman. Talan er tó ikki um vanligar havsvimjarar, men fólk sum royna at fáa vinir og kenningar at gera tað sama, ella at rinda sær fyri ein túr í biografin.

Túrurin á bláman verður filmaður, og lagdur út á Facebook har tey nevna nøvn á vinum og kenningum sum tey bjóða av til at gera tað sama, og samstundis eru hesini boðini knýtt til avbjóðingina: "Um tit ikki leypa á sjógv innan 24 tímar, so skylda tit mær eina biografbillett".

Nógv hava longu gjørt hetta, og millum tey vit hava skrásett eru løgtingslimir, borgarstjórar, stjórar, missionerar, prestar og onnur.

Her eru nakrar av avbjóðingunum:
Bjóðar svágrinum og starvsfelaga av
Gjørdi sum hann segði
Leyp á sjógv á Langanesi
Hesin tók av avbjóðingini
Løgtingslimur tók av avbjóðingini
Fyrst slóknaði telefonin - so hann leyp á sjógv tvær ferðir
Prestur leyp á bláman
Borgarsjórin í Klaksvík bjóðar borgarstjóranum í Havn av