Føroyingar selja mest til russar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Redaktion

17.02.2017 - 15:14

Tíðindi > Vinnulívið

Aftur í ár er Russland tað landið, føroyingar selja mest til. Umleið ein fjórðingur av øllum útflutninginum, t.e. 1,9 mia.kr, fer til Russlands. 

Hetta sigur Hagstovan, sum víðari vísir á hesum viðvíkjandi, at landið, føroyingar útflyta næst mest til, er USA. Amerikanarar keypa fyri 900 mió.kr, sum er 11% av samlaða útflutninginum.

Á triða plássi er Bretland, og síðan koma Danmark og Kina.

Útvið helvtin av útflutninginum til Russland er laksur, meðan selt verður fyri 500 mió. kr av makreli og fyri 300 mió. kr av sild sild.

Til USA selja føroyingar, sambært Hagstovuni, mestsum bara laks (99%).

Bretland keypir laks fyri 339 mió. og tosk fyri 284 mió. Tað svarar til ávikavist 40% og 35% av samlaða útflutninginum til Bretlands. Útflutningurin til Danmarkar er 35% laksur og til Kina eru 92% laksur, skrivar Hagstovan at enda.