Føroyingar skulu sita við borðið har avgerðir verða tiknar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

02.11.2015 - 13:26

Oljan > Olja > Arktis

“Vit skulu hava fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, og vit skulu sita við borðið í Norðurlondum og í Arktis, har avgerðir, ið viðvíkja Føroyum, verða tiknar,” sigur Kári P. Højgaard, tingmaður og limur í Útnorðurráðnum, nú hann luttók á Arctic Circle ráðstevnuni í Íslandi.

Kári P. Højgaard, sum hevur verið partur av arbeiðinum í útnorðri hesi seinastu árini, heldur tað hevur stóran týdning fyri Føroyar, at vit eru partur av og eisini sita við borðið, har avgerðir verða tiknar, sum viðvíkja okkum. Hann heldur, at júst føroyska luttøkan á arktisku ráðstevnuni í íslendska høvuðsstaðnum herfyri var eitt gott dømi um, at Føroyar eru við saman við teimum stóru.

Hann vísir á, at síðani Útnorðurráðið varð sett á stovn fyri 30 árum síðani, er okkara leiklutur meira altjóðagjørdur. Vit eru við í fleiri millumlanda tingmannanevndum, og ikki minst í sambandi við Arktis eru vit vorðin nógv meira sjónlig. Broytingarnar í Arktis orsakað av veðurlagnum ávirka so eisini okkum, her t.d. sjóvarhita og fiskastovnar, so føroyingar eru farnir at brúka meira orku uppá tað arktiska arbeiðið í mun til samstarv við meginlandið.

Kári P. Højgaard var við til Arctic Circle, sum partur av Útnorðurráðnum saman við Jørgen Niclasen. Har vóru serstakir fundir, ið Útnorðurráðið skipaði fyri ella var partur av. Harumframt luttók hann eisini serstakliga til framløgur, sum føroyingar hildu eitt nú tað stóra tiltakið leygardagin í stórhøllini í Hørpuni, har m.a. løgmaður helt røðu og gjørdi vart við okkara støðu í Arktis umframt Sjúrða Skaale, fólkatingslim og Hákun Djurhuus, SEV-stjóra.

“Framløgurnar vóru framúr góðar og her ikki minst hon hjá Sjúrða Skaale, sum var serstakliga væl úr hondum greidd, nú hugsað verður um, at Føroyar kunnu gerast partur av framtíðar virkseminum í Arktis. Føroyar vóru umrøddar uppá ein sera positivan máta. Haldi eisini at okkara framløgur mintu nógv um tær, sum kinverjar høvdu á ráðstevnuni, har teir eisini umrøddu møguleikarnar, sum nýggju siglingarleiðirnar millum Evropa og Asia fara at geva. Eg haldi eisini tað var áhugavert at hoyra, hvussu nógvir møguleikar finnast í Føroyum, og hvussu týdningarmikið tað er, at Føroyar eru sjónligar og bjóða seg fram sum veitarar ol.

Og her ikki minst tann sannroynd og skilagóði boðskapur, at alt í Føroyum kann røkkast innan fyri ein tíma, meðan tað aðrastaðni kann taka fleiri dagar. Hetta haldi eg er ein sera týðandi boðskapur at melda út.

Eg má eisini siga, at vit í Føroyum kanska hava nøkur av teimum mest væl útbúnu fólkunum í heiminum, og hetta er nakað, sum vit eisini eiga at siga frá. Tað er ikki so langt síðani, at vit áttu 10% av øllum yvirmonnum í Maersk, og at ein stórur partur av okkara ungdómi leitar sær hægri útbúgving eiga vit heldur ikki at gloyma. Vit teljast millum tey fremstu at servicera, hvat tað skal vera."

Kári Højgaard heldur tað eisini vera ómetaliga gott, at tað kemur fram í slíkum forum sum Arctic Circle, at vit eiga havnir og fólk, sum veruliga kunnu taka imóti flutninginum í Arktis. At vit so eisini í løtuni eru við at byggja út havnir. Vit hava væl útbygd havnaløg, sum kunnu taka ímóti stórt sæð øllum skipum, og útbyggingar fara fram av okkara størstu havnum í næstu framtíð, soleiðis at man verður uppaftur betur fyri at veita tænastur.

Kári Højgaard var rættiliga ovfarin av, at so mong fólk lýddu á føroysku framløgurnar í Hørpuni og heldur hann tað má vera tí, at tær vóru so áhugaverdar.

“Vit smæddust ikki aftur millum fleiri av heimsins størstu tjóðum. Og kunnu vit ásanna, at tað týdningarmesta í Útnorðri er, at vit sita sum fastur partur við borðið.

Vit mugu vera við í fremstu røð, og ikki bara verða umboðaðir av einum triðja parti. Har man ikki er sjálvur, har er man bara hálvur. Í Arctic Circle eru nógv av  heimsins londum við  og lond, sum liggja fjart frá Arktis men sum hava áhuga í Arktis. Tað er sera týdningarmikið, at vit eru við og sita við borðið.

Vit fara eftir at fáa sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum. Vit skulu sjálvandi verða umboðaðir sum ein integreraður partur alla staðni, har avgerðir verða tiknar, sum eisini viðvíkja okkum.

Í sær sjálvum hevur Danmark einki við Arktis at gera. Tað eru Grønland og Føroyar, sum gera, at Danmark er partur av Arktis.

Vit eiga at sita við borðið í Arktiska ráðnum. Føroya løting eigur at hava ein lim í parlamentarisku nevndini fyri Arktis. Í dag luttaka vit sum partur av Útnorðri. Okkara rødd skal vera til steðar alla staðni, har avgerðirnar verða tiknar."

Kári Højgaard varð valdur í Útnorðurráðið í 2001 og hevur sitið har við undantaki av 2011 til 2013, tá hann var landsstýrismaður.

Føroyingarnir, sum høvdu framløgur á Arctic Circle vóru: Aksel Johannesen, løgmaður, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, Hákun Djurhuus, SEV-stjóri, Jørgen Niclasen, tingmaður og limur í Útnorðurráðnum, Christian Nagata, stjóri í Guðrun Guðrun, Bárður Larsen, lærari á Fróðskaparsetrinum, Ásmund Guðjonsson, stjóri í Nora og Birita í Dali, stjórnmálafrøðingur. Sí eisini myndirnar.