Mynd: Jens Kr. Vang

Føroyingar undir trýsti á Hálsi – tvey mál aftanfyri í hálvleikinum

Ingi Samuelsen

15.01.2017 - 16:45

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Í mun til dystin fríggjakvøldið, so er tað eitt nógv kvikari og samanspælt lið, sum Føroyar møta í dag. Meðan Kýpriotar tyktust tungir og seinir, tykist grikska landsliðið munandi meira samanspælt og mannað við betri hondbóltsspælarum.

Støðan í hálvleikinum er 13-11 til grikkar.

Føroyingar fingu annars eina góða byrjan og løgdu seg á odda 2-0. Men grikkar fingu skjótt javna, og løgdu framum. Allan hálvleikin hava føroyingarnir sostatt runnið aftaná grikkum í fyrra hálvleiki.

Men í dag er føroyska spælið betri, og føroyingar hava fingið munandi meira burtur sínum málmøguleikum.

Málskorararnir í fyrra hálvleiki eru:
Allan Norðbert 3
Julian Olsen 3
Niclas Selvig 2
Tróndur Kragesteen 1
Hjalti Jacobsen 1
Hans Eli Sigurbjørnsson 1