Skopuningurin Ragnheðin Ryggstein er skipari á frálandsskipinum Esvagt Contender, sum arbeiðir eystan fyri markið. Vónin hjá Ragnheðini er, at oljan verður funnin okkara megin markið eisini. Dótturin eitur Vón.

Føroyingar við í spennandi oljuboring við markið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

24.05.2018 - 17:15

Oljan >


Í løtuni fer fram ein týdningarmikil oljuboring í bretskum øki skamt frá føroyska markinum. Boripallurin West Hercules stendur fyri boringini á Cambo oljukelduni, sum oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell eiga. Umframt at bora so tætt við Føroyar, so eru føroyingar eisini partur av hesi boriverkætlanini. Teir eru til arbeiðis umborð á standbyskipinum Esvagt Contender, sum veitir ymsar tænastur til boripallin, her serstakliga innan trygd. Í løtuni eru teir tríggir føroyingar við skipinum, teirra millum skiparin Ragnheðin Ryggstein úr Skopun og maskinmeistarin Heri Hentze úr Sørvági.

Brunnurin, sum verður boraður einans 4-5 kilometrar frá markinum, man vera tann nærmasti á bretskum øki, sum nakrantíð er boraður so nær Føroyum. Skiparin Ragnheðin Ryggstein er eisini sera spentur um hesa uppgávuna teir hava fingið, tí hon er so nær heimlandinum. Hann sigur seg ikki ivast í, at tá oljan er so nær markinum, so má hon eisini finnast í føroysku undirgrundini. Og hann sær fram til – ein dag – har hann og aðrir føroyskir sjómenn kunnu arbeiða á føroyska landgrunninum eisini.

Stytri til Føroya og sera gott flogsamband

Oljan.fo hitti skiparan umborð á Esvagt Contender, tá tað kom á Havnina mikudagin. Hann greiðir frá, at teir arbeiða so nær Føroyum, at tað loysti seg betur at skifta manning her heldur enn at fara til Lervick. Teinurin er einar tveir tímar stytri, og haraftrat kemur, at flogsambandið millum Føroyar og umheimin er so nógvar ferðir betri enn tað millum Hetland og umheimin.

Umframt at skifta manning her, so hava teir eisini keypt proviant og tikið vatn, umfamt at Mest hevur gjørt onkra smærri umvæling. Ragnheðin heldur fyri, at sum heild eru Føroyar kappingarførar sum útgerðarstað, serstakliga vegna góða flogsambandið, men tá tað kemur til proviantering og bunkring, so er kostnaðurin lægri í Aberdeen.

Sjálvur vónar hann, at útlendsk útgerðarskip, sum fara at arbeiða so nær føroyska markinum, í framtíðini kunnu koma til Føroya eftir vørum og tænastum heldur enn at fara til Hetlands ella til Aberdeen. Hann ætlar so ikki, at hetta skal vera seinastu ferð, at teir koma til Føroya at skifta manning. Men ætlar sær so eisini at kanna møguleikarnar fyri at kunna útvega meira kappingarførar prísir, bæði tá tað kemur til proviantering og bunkring. Sum er er tað bíligari at fara til Aberdeen. Men hyggur tú at hesum sum heild, so telur flogsambandið úr Føroyum so mikið nógv, at tað samanlagt kortini lønar seg betri at koma higar at skifta manning.

Ragnheðin hevur verið sjómaður alt sítt lív og hevur verið hjá Esvagt seinastu 13 árini, av teimum á brúnni á Esvagt Contender í samfull 10 ár. Hetta er fyrstu ferð, at hann er komin til Føroya við skipinum og sigur, at tað var ein heilt serstøk kensla at sigla inn millum oyggjarnar og ímynda sær, at har stóð mamman í kamarsvindeyganum heima í Skopun og fylgdi soni og skipi á veg til Havnar.

Føroyska oljan funnin fyrr ella seinni

Ragnheðin dylur ikki fyri, at tað er hansara vón, at oljufeløg fyrr ella seinni fara at finna føroysku oljuna. Sjálvur hugsar hann sítt, tá hann stendur á brúnni umborð á Esvagt Contender so tætt við markið, at bæði Norrøna og farmaskipini hjá Faroe Ship og Samskip fara framvið boripallinum, umframt at uppisjóvarskipini veiða har á leiðini.

Teinurin frá staðnum, har teir liggja og halda vakt við boripallin, til markið er sum úr Havn til Nólsoyar. Ragnheðin fer í land, nú teir liggja á Havnini saman við maskinmeistaranum og verða teir avloystir av øðrum føroyskum yvirmonnum. Skipari, nú teir fara aftur á feltið, er Jóannes Hansen úr Sørvági.

Brúk fyri fólki

Sum oljan.fo skilur, so eru tíðirnar í offshorevinnuni við at broytast aftur til tað betra. Meira er at gera tó at raturnar kundu verið hægri. Væntandi verða teir fýra føroyingar við hesum skipinum í næstum av teimum 13 tilsamans. Esvagt hevur eins og mong onnur reiðarí verið noytt til at fremja tiltøk seinastu árini, eitt nú við náttúrligari frágongd uttan at seta nýggj fólk í starv,  men nú er aftur arbeiði til øll skipini, og sum skilst verður brúk fyri fleiri fólkum umborð á Esvagt skipunum, og har eru føroyingar eftir øllum at døma meira enn vælkomnir.

Í dag hava so næmingar frá Vinnuháskúlanum vitjað umborð, nú áðrenn kósin verður sett aftur móti Cambokelduni hinumegin markið – til eina uppgávu, sum kann fáa stóran týdning fyri framtíðar føroyska oljuleiting og hvør veit, framleiðslu eisini.

West Hercules borar á 1100 metra dýpi

West Hercules borar á 1100 metra dýpi og hevur nú borað í umleið ein mánað. Alt eftir hvussu gongur fara teir at halda fram at bora í einar 2 mánaðir aftrat. Tá verður so farið longur norður at bora leitimiðið Lyon, sum fer at fáa stóran týdning fyri framtíðar gassframleiðslu í økinum. Á Cambokelduni er tó talan um olju. Hon er mett at goyma 600 mió. tunnur av olju. Og Siccar Point, sum er fyristøøðufelag, hevur í kvittanum, um alt gongur sum ætlað nú, at byggja út kelduna til framleiðslu longu frá í komandi ári. Tað verður so tann bretska oljuframleiðslan, sum kemur at liggja næst Føroyum.

Faroe Maritime Service er umboð hjá skipinum, nú tað liggur á Havnini.




beint nú