Myndin er frá Padang Bai í morgun, sum er umleið 20 kilometrar fra gosinum (Mynd: John Erik Eidesgaard)

Føroyingur á Bali: Vit hava fingið maskur og verndarbrillur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

26.11.2017 - 10:00

Tíðindi >

Ein av teimum sum er staddur á Bali, har gosfjallið Agung er vaknað, er John Erik Eidesgaard. Hann er staddur einar 60 kilometrar sunnanfyri fjallið.

Hann sigur við Portalin í morgun, at tey ikki hava merkt tað stóra har tey eru.

- Vit fylgja væl við í tíðindunum um gosið. Annars eru vit fyrireikð við maskum og verndarbrillum um øskan skuldi komið suðureftir, sigur John Erik Eidesgaard.

- Okkara kavaratúrar til Amed og Tulamben eru avlýstir orsakað av gosinum á Agung. Gerandisdagurin gongur nøkulunda sum vanligt, hóast nøkur tiltøk eru avlýst ella útsett fyribils

John Erik sigur at tey merkja á lokalu íbúgvunum ein ávísan ótta.

- Tey lokalu eru rólig, men vit merkja at tey bera ótta fyri sínum kæru sum búgva longur norðuri á oynni, og nærri Agung, sigur hann.