Video: Føroyingur beatboksar á palli í Týsklandi fyri 4000 fólkum

Kaj Joensen

05.08.2014 - 12:18

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað
Nógvir føroyskir ungdómar millum 13 og 17 ár eru í hesum døgum á leguni Teenstreet í Múnster í Týsklandi. Teenstreet er fyri tey, ið vilja hava eitt nærri samband við Jesus, stendur á heimsíðuni om.fo.

Á Throne room (møtinum) í gjárkvøldi var Kristoffur Sørensen av Viðareiði, boðin uppá stóra palin at beatboksa. 

- Hann er ein sera dugnaligur beatboksari, og salurin við stóru fjøldini av fólki (uml. 4000 fólk), tóku so hjartaliga væl ímóti honum, og tað gingu ikki nógv sekund, so kókaði salurin. Ungdómurin var bergtikin. Eina løtu beatboksaði Kristoffur sjálvur, síðani spældi trummusppælarin eina solo afturímóti honum, hetta helt fram eina løtu og til allar seinast beatboksaði Kristoffur saman við trummuspælaranum.

- Tað var ótrúliga stuttligt at síggja ein av okkara dugnaliga ungdómi uppiá senuni, og vísa fram tað, sum hann dugir so framúrskarandi væl, skrivar heimasíðan hjá Teenstreet.

Sí framførsluna her: