Mynd: Leiff Josefsen/Sermitsiaq.AG

Føroyingur fann horvna flogfarið í Grønlandi

Sverri Egholm

19.09.2014 - 00:41

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Í gjárskvøldið skrivaði Portalurin um at lítla privatflogfarið, sum hvarv í síðstu viku, varð funnið.

Í dag frættist, at tað er ein føroyingur sum hevur funnið flogfarið. Talan er um Bjarka Sverrasson sum hevur starvast sum tyrluflogskipari í Grønlandi í nógv ár.

Flogfarið bleiv funnið stutt frá flogvøllinum í Kulusuk, sum flogfarið skuldi lenda á 11. september men hóast tað, hevur tað ikki eydnast at sæð vrakið. Væntandi vegna veður.

Myndugleikarnir hava ikki havt nakað samband við flogfarið síðani hósdagin 11. september um 14 tíðina, tá flogfarið skuldi lenda í Kulusuk í eystur Grønlandi og kom frá Keflavík í Íslandi.

Portalurin hevur roynt at fingið fatur á Bjarka Sverrasyni í dag, men uttan úrslit.

Les eisini: Horvna flogfarið í Grønlandi funnið
Les eisini: Paul var ein royndur flogskipari