Føroyingur í Barcelona: Vit sleppa ikki út

Hanus Samró

17.08.2017 - 18:37

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur
Fyrr í dag koyrdi ein bilur í eina mannamúgvu í Barcelona. Gerningsmaðurin er ikki funnin, men løgreglan gongur út frá, at talan er um yvirgangsálop. 26 ára gamla havnardaman Mai Høgfeldt Olsen býr 500 metrar frá gerningsstaðnum.

Les eisini her: Yvirgangur í Barcelona: Minst 13 deyð og 20 løstað

- Hetta ótrúliga óhugnaligt. Eg gangi ofta á gøtuni. Vanliga er gøtan full av fólki, men beint nú er tað fullkomiliga tómt. Man sleppur ikki út um øki og fólk sum búgva her sleppa heldur ikki inn um øki enn.

Sama er galdandi fyri vinkonuni hjá Mai. Hon arbeiðir á eini matstovu. Alt er sperra av. 

- Vit hava fingið at vit skulu halda okkum innandura. So nú sita vit heima og fylgja við í tíðindunum, sigur Mai Høgfeldt Olsen at enda.