Linda Andrews í X Factor í 2009

Føroyingur í donsku Eurovision dómsnevndini

Oda Strøm

02.05.2018 - 10:07

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein føroyingur við í donsku dómsnevndini hjá Eurovision

Talan er um 44 ára gomlu sangarinduna Lindu Andreasen, ella Lindu Andrews, sum saman við restini av donsku fimmmannanevndini hjá Eurovision skal døma framførslurnar til Eurovision Song Contest 2018. Linda Andrews vann X Factor í 2009 og hevur síðan tá arbeitt professionelt við tónleiki.

Tey 43 limalondini hava øll hvør sína dómsnevnd, sum avger, saman við almenninginum, hvør skal vinna Eurovision Song Contest. Hvør dómsnevnd er mannað av fimm professionellum fólkum innanfyri tónleikavinnuna. Limirnir í dómsnevndini skulu døma sangførleikan hjá sangarunum, framførsluna á pallinum, hvussu sangurin er uppbygdur og um originalitetin av honum og harafturat samlaða myndin av framførsluni. 

Dómsnevndin verður vald av sjónvarpsrásum í hvørjum landi, sum senda kappingina - og í Danmark er tað Danmarks Radio.

Umframt Lindu Andrews eru donsku dómarirnir í ár fyrrverandi Eurovision vinnarin Emmelie de Forest, Bryan Rice, Søs Fenger og Lasse Meling. 

Les eisini: Føroyingur á forsíðuni hjá DR