Føroyingur í uppskoti til ársins kvinnuligi íverkseti í Danmark



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Hallur av Rana

10.11.2014 - 17:39

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Íverksetan

Danska heimasíðan Ivækst.dk skipar sjeynda árið á rað fyri eini íverksetanarkapping, har lesararnir sleppa at atkvøða í sjey ymiskum bólkum.

Ein av teimum bólkunum, ið kappast verður í, er ársins kvinnuligi íverkseti, og har eru seks møguleikar at velja í. Ein av møguleikunum er kvinnurnar handan fyritøkuna DropBucket, føroyska Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe og danska Marie Stampe Berggreen.

Í grundgevingini fyri at tær eru tilnevndar skrivar heimasíðan:

- Ber til at gera eina skrellispann burturúr skrelli? Tað er júst tað, ið Heiða og Maria hava gjørt. Genturnar handan DropBucket hava funnið uppá eina umhvørvisvinarliga eingangsskrellispann, ið er gjørd av endurnýtslubylgjupappi. Uppá mettíð hava tær fingið stórar kundar sum Roskilde Festival, Keypmannahavnar Kommunu, Århus Festuge og Distortion.

- Tað er væl kent at endurnýtsla er gull verd og við áræðinum hjá Heiðu og Mariu, hevur tað eydnast at fáa íleggjarar at seta fleiri milliónir í fyritøkuna, fyri at selja vøruna runt Evropa.

- Tær hava eisini stutt síðani vunnið eina stórfingna virðisløn innan teirra vinnugrein, tá tær í síðstu viku vunnu ScanStar virðislønina fyri besta innpakning.

Til ber at síggja allar tilnevningarnar, og atkvøða fyri einum av teimum tilnevndu á heimasíðuni ivaekst.dk ella við at trýsta á her.