Føroyingur nevndur í Panama skjølunum

Steinar Patursson

09.05.2016 - 20:55

Tíðindi > Pengar > Partabrøv

Vágaportalurin hevur funnið fram til, at ein føroyingur er nevndur í Panama skjølunum.

Ásvald Smonsen er nevndur í sambandi við felagið Simbridge Ltd., og hevur Landsbanki Luxembourg S.A. eisini samband við felagið.

Felagið hoyrir heima í Jomfrúoyggjunum, men hevur sambært Vágaportalinum aldrin verið aktiverað.

ICIJ, ið er felagsskapurin, ið hevur lagt skjølini út, leggur tó eina við, at har eru haldbarar orsøkir til at tekna offshore partafeløg, og at skjølini skulu tí takast við fyrivarni.