Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Føroyingur svomið skjótari enn kravtíðin til OL



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.05.2018 - 10:42

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Altjóða Svimjisambandið FINA hevur kunngjørt uppskot til kravtíðir til Olympisku Leikirnar í Tokyo í 2020. Serliga áhugavert er, at føroyingur hevur megnað at svomið skjótari enn tað eina uppskotið til kravtíð.

Signhild Joensen úr Ægir hevur svomið skjótari enn kravtíðin til OL í 200 metrar ryggsvimjing. Sambært svimjing.com hevur Signhild svomið teinin við tíðini 2:14.01, meðan uppskotið hjá FINA til kravtíð er 2:14.30.

Hetta merkir tó ikki, at Signhild hevur svomið seg til OL. Kravtíðin skal klárast á serligum góðkendum stevnum í kravtíðarskeiðnum sum FINA hevur sett at verða frá 1. mars 2019 til 29. juni 2020. Harumframt hevur Dansk Olympisk Komité herd krøv til OL luttøku. Hesi eru Føroyar undir, tá vit ikki hava okkara egna OL-limaskap.

Dansk Olympisk Komité leggur vanliga sína egnu kravtíð til OL nærri at A-kravtíðini hjá FINA, sum er 2:10.39, heldur enn B-kravtíðini, sum er tann nevnda 2:14.30. Harumframt er bert gjørligt at megna hesa kravtíð í HM 2019 og Danish Open 2020.