Kristel Lisberg

Føroyingur við í danska Melodi Grand Prix

Sverri Egholm

10.01.2016 - 15:26

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Allir teir tíggju sangirnir til danska Melodi Grand Prix 2016 komu av misgáum á tónleikatænastuna Spotify í dag. Harvið er avdúkað hvør verður við í ár og hvat fyri sang tey syngja.

Tað er greitt, at føroyska Kristel Lisberg verður við.

Hon fer at syngja sangin “Who Needs A Heart” og er nummar sjey á listanum.

Kristel Lisberg hevur fyrr roynt seg í donskum tónleikakappingum. Í 2012 luttók hon í X Factor, men dómararnir mettu ikki at tað var tað rætta staðið fyri hana.

Nú verður tað so Melodi Grand Prix pallurin, hon sleppur at royna seg á.

Danska Melodi Grand Prix verður 13. februar.