Mynd: Facebook síðan hjá DropBucket

Føroyingur vunnið skandinaviska virðisløn


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Hallur av Rana

28.10.2014 - 20:45

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Annað

Fyritøkan Dropbucket, ið m.a. føroyingur Heiða G. Nolsøe er ein av drívkraftunum handan, hevur í dag vunnið ScanStar virðislønina fyri besta innpakking.

Á facebook síðuni hjá DropBucket stendur ein stuttur tekstur:

- Í dag vunnu vit eina ScanStar virðisløn fyri besta innpakking í Skandinavia. Vit eru sera stoltar og glaðar!

Vøran, ið tær nú hava vunnið eina virðisløn fyri, eru eingangs pappskrellispannurnar. Tær er gjørdar soleiðis, at tá ein er full, so verður hon blaka vekk saman við øllum innihaldinum.

Skrellispannirnar hjá DropBucket hava verið brúktar til fleiri enn 5.000 festivalar og tiltøk runt alt Danmark.