(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Føroyingurin ákærdur fyri 41 kynslig brotsverk



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

20.03.2018 - 12:32

Tíðindi > Uttanlands > Brotsverk

42 ára gamli føroyingurin, sum er partur av málinum, har ein donsk mamma varð dømd 3 ára og 9 mánaðir langa fongsulsrevsing, fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á 4 ára gamla son sín, verður ákærdur fyri 41 kynslig brotsverk.

Hetta er danska ákæruvaldið fyri serlig revsimál komin fram til í sínum ákæruritið móti 42 ára gamla føroyinginum, skrivar Kringvarpið.

Føroyingurin varð handtikin í heyst, og hevur sitið í varðhaldi síðani.

Føroyingurin hevði samband við donsku kvinnuna umvegis LinkedIn, har hann sambært donsku ákæruvaldinum eggjaði henni, til at gera seg inn á son sín. Sambært KVF er hann komin við ráðum og leiðbeining, og hevur eggjað mammuna til kynsligan ágang móti soninum.

Maðurin verður tí ákærdur fyri at hava viðvirka til neyðtøku og annan kynsligan ágang móti 4 ára gamla dronginum.

Føroyingurin noktar seg sekan í ákærunum fyri brot á fleiri greinum. Hann er ákærdur fyri brot á grein 216 í revsilógini, sum er um neyðtøku; grein 23, sum er um eggjan og at hava komið við ráðum; og grein 232, sum er um blygdanarskemd.

Enn er eingin rættardagur ásettur.