Alibrúk hjá Bakkafrost á Fuglafirði. Mynd: Jógvan H. Gardar

Føroysk alifyritøka er áttinda størst í heiminum

Jógvan Hugo Gardar

14.07.2015 - 06:17

>

Næstan 1,5 milliónir tons av aldum fiski framleiða tær 20 størstu alifyritøkurnar í heiminum. Talan er um framleiðslu av laksi, sílum og coho í 2014.

Tað er Kontali Analyse og iLaks sum hava gjørt listan, ið serliga telur norskar og kilenskar alifyritøkur, men har eru eisini nøkur onnur lond umboðað. Kanadiska Cooke Aquaculture, ið júst hevur keyp tvíkiljur frá KJ, er við, japanska Cermaq er við, skotska The Scottish Salmon Company er við.

Á áttinda plássi kemur føroyska Bakkafrost.

Hvørjir risarnir eru, er eingin ivi um. Marine Harvest, ið hevur aling í Noregi, Skottlandi, Kili, Kanada og Føroyum, er næstan líka stórt sum tey trý næstu feløgini á listanum: Lerøy Seafood Group, Cermaq og SalMar.

Norskar fyritøkur hava verið næstan einsamallar á hesum listanum farnu árini, men nú er Cermaq selt til japanska Mitsubishi, hóast leiðslan framvegis er norsk og heldur til í Noregi. Samstundis eru fleiri kilenskar fyritøkur við at koma fyri seg aftur, og framleiða nú aftur meir laks og coho.

Tær 20 størstu alifyritøkurnar í heiminum eru hesar eftir framleiðslumongd í 2014.

1. Marine Harvest Group, Noreg
2. Lerøys Seafood Group, Noreg
3. Cermaq, Japan
4. SalMar, Noreg
5. Cooke Aquaculture, Kanada
6. Grieg Seafood, Noreg
7. AquaChile, Kili
8. Bakkafrost, Føroyar
9. Multiexport, Kili
10. Nordlaks, Noreg
11. Nova Sea. Noreg
12. Alsaker Fjordbruk, Noreg
13. Norway Royal Salmon, Noreg
14. Bremnes Seashore, Noreg
15. The Scottish Salmon Company
16. Invermar, Kili
17. Camanchaca, Kili
18. Ventisqueros, Kili
19. Blumar, Kili
20. Firda Management, Kili

Meðan Bakkafrost er inni á listanum sum nummar átta, so telur Marine Harvest Faroes við í yvirlitinum sum partur av nummar eitt, Marine Harvest Group. Luna, við sínum umleið 10.000 tonsum, er eitt vet ov lítil til at sleppa inn á listan. Um stutta tíð kemur Intrafish við síni árligu frágreiðing um tær 25 størstu alifyritøkurnar í heiminum, og har kemur Luna akkurat ikki við á listan. Faroe Farming liggur væl longur niðri á listanum.