Føroysk app rokkið hálva millión á crowdfunding



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

22.01.2018 - 14:19

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Threedeemee appin, ið er undir menning, fer at gera tað gjørligt hjá fólki at royna klæðir beinleiðis á nethandlum á sínari egnu telefon ella teldu.

Tríggir hoyvíkingar, Pætur Mortensen, Atli Joensen og Jákup Martin Vandsdal eiga felagið, ið hevur uppfunnið tøknina, ið ger hetta møguligt.

- Appin nýtir myndatólið á telefonini til at fáa mátini hjá brúkaranum við einum neyvleika innanfyri ein millimetur, og skapar síðani ein 3D "avatar", ið kann brúkast til at royna klæðir og tilhoyr á nethandlum og móta heimasíðum, siga teir tríggir í tíðindaskrivi.

Í teirra royndum at fylgja øðrum ídnaðum á netinum, hevur mótaheimurin verið serliga plágaður av ikki at kunna bjóða eitt royndarrúm á teirra nethandlum. Hetta hevur ført við sær, at klæðir verða send retur í nógv størri mun enn aðrar vørur. Eisini hevur tað verið torført at fáa fólk at keypa klæðir á netinum í fyrsta sinni, síðani tey ikki hava møguleikan at royna tey áðrenn tey verða keypt, siga teir.

Við at vera tey fyrstu at loysa hendan trupulleikan, hava mennarirnir stórslignar ætlanir um at staðfesta seg á einum marknaði, sum hevur virði meira enn 10 milliardir krónur.

Verkætlanin er júst almannagjørd á hópfíggingar platforminum Crowdcube.com, eftir at hava reist 50,000 Pund privat. Málið er at náa 250,000 Pund - ella næstan 2,5 mió DKK - innan 30 dagar.